Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Altjóða verkstova um tara aling í Føroyum

Hvussu kann tara aling gerast lønandi? Hvat og hvussu kunnu vit framleiða burturúr tara? Hesir og aðrir spurningar verða viðgjørdir á altjóða verkstovu um taraaling á Gjáargarði við Gjógv týsdagin og mikudagin 3. og 4. september. Tað er Ocean Rainforest, sum samskipar verkætlanina MacroBiotech, ið hevur savnað serfrøðingar úr norður Europa at viðgera taraaling.

Endamálið við MacroBiotech verkætlanini er at menna ali skipanir av tara á opnum havi og kanna vinnuligar rakstrarmøguleikar í hesum sambandi. Verkætlanin er eitt samstarv millum Fiskaling, Matis í Íslandi, Tromsø Universitet, Dansk Teknologisk Institut og Ocean Rainforest. MacroBiotech hevur verið í gongd í eitt ár, og nú verður skipað fyri verkstovu, har royndirnar frá fyrsta árinum skulu eftirmetast.

Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum hevur 1100 metrar av tara línu standandi á Funningsfirði. Seinasta vetur vórðu línir sáddar við tara sporum á Fiskaaling, og í juli var fyrsti skurðurin av aldum sukurtara. Framleiðsluroyndir verða nú gjørdar í Danmark og Íslandi. Tað verður kannað um lønandi vinna fæst burturúr at framleiða djóra- og fiska fóður, gróðurevnir og matvørur burtur úr taranum.

Við stuðli úr NORA luttaka granskarar innan tara aling og fyritøkur við áhuga fyri framleiðslu burtur úr tara. Umframt føroyingar eru luttakararnir úr Íslandi, Danmark, Noregi, Skotlandi og Írlandi.