Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Altjóða serfrøðingur á orkuráðstevnu í Føroyum

Altjóða orkuserfrøðingurin, Peter Jørgensen, luttekur á ráðstevnuni, “Frá olju til vind”, sum Sambandsflokkurin skipar fyri, fríggjadagin 7. apríl, á Østrøm. Har fer hann at umrøða orkuskipanir og orkumarknaðir í Danmark og ES

Peter Jørgensen, varastjóri í danska netfelagnum, Energinet.dk, hevur virkað í orkuídnaðinum í 25 ár og hevur hópin av altjóða royndum innan orkuøkið.

Á ráðstevnuni fer Peter Jørgensen at greiða frá sínum altjóða royndum, har hann m.a. hevur havt ábyrgd av at leggja ravmagnskervið til rættis og fyri at opna orkumarknaðin, við serligum denti á at fáa meiri av varandi orku inn á netið.

Við hesum nemur hann við sera viðkomandi spurningar innan orkuøkið í Føroyum, nevniliga hvørjar avbjóðingar vit hava og hvørjar møguligar loysnir skulu til fyri at innføra munandi meira vindorku á elkervið. Skal ravmagnsmarknaðurin opnast upp eins og í EU, soleiðis at fleiri privatir aktørar kunnu bjóða seg fram og skunda undir eina skjótari menning av varandi orku?

Á ráðstevnuni fer eisini føroyski orkuserfrøðingurin Vilhjálmur Nielsen, sum hevur eina ph.d um umhvørvisárin av orku, at umrøða hvørji tiltøk hann metir skulu til fyri at nógv meiri vindorka kann latast yvir føroyska elnetið, herundir um framleiðslustýring, forbrúksstýring og goymslur.

Meira kunning við útgreinaðari skrá verður send út seinni.

Les meira: Orkuráðstevna - Frá olju til vind: http://samband.fo/Default.aspx?ID=156&Action=1&NewsId=1387&M=NewsV2&PID=555

Sambandsflokkurin