Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Altjóða roykfríur dagur var sunnudagin

Í sambandi við Altjóða roykfría dagin, sum var sunnudagin, vilja vit varpa ljós á okkara SMS-skipan "Kom og legg av".

Fólkaheilsuráðið:

Við hesi SMS-skipan bjóðar Fólkaheilsuráðið tær, sum roykjara, ein øðrvísi hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan. Hetta fer fram soleiðis, at tú fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal tað vera! Tú meldar teg til 5 dagar áðrenn stóra dagin og fært javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við tína avgerð. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.

Tú kanst melda teg til við at senda eitt sms við tekstinum „gevst" til 1919, og tú fært sms-boð sendandi yvir teir næstu tveir mánaðirnar. Tú kanst melda teg til alt árið.

Leinkja til heimasíðuna  http://www.folkaheilsa.fo/Default.aspx?Id=486

Filmur, sum vísur, hvussu nógv verður roykt: https://wetransfer.com/downloads/61f0620418c9cd583035a6752e4418eb20200529135430/1b2359f13bfa7d1620f245daec470f7520200529135501/900065

----------------

Viðmerking:

Tað hoyrir við til sakligheitina, at Fólkaheilsuráðið koyrir hart uppá hvussu nógvar milliónir roykjarar kosta samfelagnum, men heldur tað er ósakligt, sambært kvF, at lýsa hvussu nógvar milliónir roykjarar gjalda til landskassan fyri at nýta pinnin.

Tað er í lagið at hava meiningar um royking, roykivanar og skaðaárin, men tað er ikki í lagi at tiga hvussu nógv roykjarar gjalda í skattum og avgjøldum, júst við teirri politisku grundgeving, at tálma brúkinum. Júst tað sama er við brúkinum av rúsandi løgi.

Tann dagin Fólkaheilsuráðið tekur allar fasettir við, hava fólk betur við at svølgja boðskapinum.

Tað er í lagi at vera ímóti, og enntá at vera nokkso fundamentalistisk í sínum útsóknum, men tað er ikki í lagi, at nokta at skifta orð um hvussu nógv somu roykjarar verða mjølkaðir fyri, tí í somu løtu roykjarin keypir sín "tvangspinn" fær hann at vita at partur av gjaldinum er at tálma brúkinum.

Tað minsta Fólkaheilsuráðið kundi gjørt var at finna kanningar, sum staðfestu, hvussu tað í veruleikanum hevur riggað, at tálma brúkinum.

Uttan at kenna svarið er onki at ivast í, at tað hevur riggað heilt gott. Roykjararnir hava verið góð offur í nógv harrans ár. Písurin er stórt sæð hækkaður hvørjaferð ein fíggjarlóg verður gjørd.  Tað hevur eydnast at fáa hús og íbúðir, bilar, tog, og flúgvarar roykfrí økir, og tað er gott. 

Her er nógv vunnið.

Men er sannleikin ikki, at peningurin bara fer í stóra-pott, og so hendir ikki meira.

Í dag eru tað ikki nógv, sum roykja. Var sjálvur stórroykjari, men gavst fyri umleið 15 árum síðani, og kann taka undir við, at roykipinnurin, verður hann yvirdrivin, kann vera ein vandamikil last, og kann vera stórur vandi fyri heilsuna, men "selskapsroykjarar", sum roykja fimm ella færrri pinnar um vikuna forstýrar ikki meg.

Haldi, at Fólkaheilsuráðið í dag dugur verri enn nakrantíð, at samskifta við tey, sum annars ætlanin er at røkka. Tey duga bara ikki!

Tíverri!

Vinarliga

Redaktiónin

Dan Klein