Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ALTJÓÐA DOWN SYNDROM DAGUR 21. MARS: Bláar negl, bókaframløga og klemmiskeið

21. mars er altjóða Down Syndrom dagur, og eru tann dagin ymisk tiltøk runt um í heiminum, ið hava til endamáls at varpa ljós á, og kunna um Down Syndrom. Tað eru 10 ár síðan at dagurin varð hildin fyrstu ferð, og í 2012 fekk dagurin formliga viðurkenning frá ST. Her heima verður tað á triðja ári skipað fyri tiltøkum fyri at varpa ljós á Down Syndrom. Føroyski Down Syndrom bólkurin bjóðar øllum føroyingum at hátíðarhalda dagin saman við teimum - hetta við at fara í óparaðar litfagrar hosur, mála neglirnar bláar, ella koma til eitt hugnaligt tiltak á Reinsarínum í Havn.  

Aðrastaðni í heiminum brúka tey at fara í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við dagin. Men av tí at verðið í Føroyum sjáldan tilletur, at føroyingar vísa hosur herheima hesa ársins tíð, so nýta vit blátt neglalakk í staðin fyri - ella afturat - óparaðu hosunum. Við bláa neglalakkinum vilja vit undirstrika, at fólk við Down Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið. Og tí fara vit eisini at heita á øll fólk um at smyrja neglirnar við lakki sum er BLÁTT, fyri at vísa at tey stuðla degnum.

21. mars klokkan 13 verður eitt alment tiltak á Reinsarínum í Havn. Á skránni verður millum annað bókaútgáva og nakað so forkunnugt sum eitt klemmiskeið. 

Javni gevur út barnabólkina “Vinur mín hevur Down Syndrom”, eftir Jennifer Moore-Mallinos, og fer sjónleikarin Ria Tórgarð at hava framløgu av bókini. ”Vinur mín hevur Down syndrom” er ein fjálg søga um tvey børn, sum møtast á summarlegu og verða góðir vinir, hóast annað hevur Down Syndrom. 

Teir báðir Dánjal og Búi, ið vit millum annað kenna frá ‘Ævintýraferðini’, fara at hava snarskeið í at klemmast. Vit fara at læra um ymisk sløg av klemmum, umframt at møguleiki verður fyri at fáa eitt klemm, skuldi onkur haft tørv á tí. Vit gleða okkum til eitt læruríkt, serstakt og skemtiligt skeið, ið helst er tað fyrsta av sínum slag herheima.

Vit bjóða ein drekkamunn við bláari køku afturvið, og um onkur hevur gloymt at fáa sær blátt neglalakk á heimanífrá ber til at fáa tað. Tiltakið er ókeypis, og vit gleða okkum til at síggja nógv fólk á Reinsarínum leygardagin 21. mars 2015 kl. 13.

Um Down Syndrom
Tað verður mett at umleið 7 milliónir fólk í heiminum hava Down Syndrom. Eingi tøl eru fyri hvussu nógv eru í Føroyum, men sum ein tummilsregla verður eitt barn føtt um árið. Down Syndrom skyldast einum eyka kromosomi, oftast kromosom nr. 21, og uppstendur hetta tíðliga í móðurlívi. Ein veit ikki hví hetta kemur fyri. Við rætta stuðli kunnu fólk við Down Syndromi hava eitt vanligt gerandislív eins og øll onnur. Meira um dagin er at finna á heimasíðuni hjá World Down Syndrom Day www.worlddownsyndromeday.org og á heimasíðuni hjá Javna www.javni.fo, sum er felagið, sum varðar av fólki við Down Syndromi og teirra familjum.

Vegna Down Syndrom bólkin
Fía Petersen og Maria Smith Petersen