Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd av heimasíðuni hjá Diabetisfelagnum.

Altjóða diabetesdagur var í gjár

Diabetesfelagið heltr dagin við almennum pallborðsfundi í auluni í Finsen í Havn, har høvuðsevnið á skránni var týðandi leikluturin, sum sjúkrarøktarfrøðingar hava í diabetesviðgerð.

Altjóða Diabetessambandið, IDF, heitir eisini á allar heimsins stjórnir um at gera størri íløgur í at útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í diabetesviðgerð, tí talið av fólki við typu 2 diabetes veksur í stórum.

Mett verður, at fleiri enn 460 milliónir fólk í heiminum hava diabetes, og talið fer væntandi at vaksa til 578 milliónir í 2030. Bara í fjør doyðu 4,2 milliónir fólk av sjúkuni.

Alheims heilsustovnurin hjá ST, WHO, hevur ávarað um, at trot verður á 5,9 milliónum sjúkrarøktarfrøðingum við diabetesførleikum í heimshøpi og mælir til, at lond útbúgva átta prosent fleiri hvørt ár fyri at klára støðuna í 2030.

Landsstýrið fekk í 2013 eina diabetesheildarætlan gjørda fyri Føroyar.

Millum tilmælini var, at fólk við typu 2 diabetes skulu fáa viðgerð í nærumhvørvinum. Vandin fyri fylgisjúkum er so stórur, um tey, ið fáa sjúkuna, ikki beinanvegin, tá sjúkan verður staðfest, áhaldandi fáa hjálp og ráðgeving í, hvussu til ber at handfara sjúkuna og fáa góðan lívsstíl.

Og her hava úbúnir diabetessjúkrarøktarfrøðingar ómissandi týdning.

Tí bjóðaði Diabetesfelagið til almennan fund í auluni í Finsen leygardagin undir heitinum: Sjúkrarøktarfrøðingurin sum kjarnin í diabetesviðgerð.

Við pallborðið sótu Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum og undirvísari av diabetessjúkrarøktarfrøðingum, Rói á Kósini, kommunulækni og Paula Ólavsdóttir, diabetessjúkrarøktarfrøðingur. Brynhild Thomsen, journalistur  stýrdi orðaskiftinum.

Øll vóru hjartaliga vælkomin. Fundurin varð tó hildin samsvarandi almennu koronuleiðreglunum.

Lesið heildarætlanina fyri diabetesviðgerð í Føroyum her.