Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Altjóða bókamessur og føroysk luttøka í 2013

Á hvørjum ári savnast forløg, agentar og áhugaði á altjóða bókamessum at keypa og selja rættindi og ikki minst at kunna seg um nýggjastu rák á bókmentapallinum. Luttøka á messunum er eisini týdningarmikil miðil hjá forlagsumboðum at skapa sambond. Føroysku forløgini hava hvør sær javnan verið á slíkum bókamessum eitt nú í Frankfurt, Bologna og BogForum í Danmark, og í 2011 var ein samlað verkætlan sett í verk at gera føroyskar bókmentir sjónligari á altjóða bókamarknaðinum. Í 2012 var FarLit sett á stovn at taka sær av hesum arbeiði og farið varð til bókamessur í Göteborg og Frankfurt.

Eftir samráðingar í samskipanarbólkinum er avgjørt, at FarLit aftur í ár skal umboða føroysku bókmentirnar uttanlands. Tískil verður FarLit at finna á bókamessunum í Göteborg og Frankfurt í heyst, har arbeitt verður bæði við at kunna um og selja bókarættindi.

FarLit virkar sum miðskipaður stovnur, ið arbeiður fyri at skapa sjónliga hjáveru á altjóða bókamarknaðinum, at vísa útlendskum áhugabólkum á eina samlaða føroyska luttøku og uppdyrkar varandi sambond við útlendsk forløg og agentar til tess at kunna um føroyskar bókmentir og fremja sølu av tittlum. Kunning um týðarastuðul og føroysk forløg er eisini týðandi partur av arbeiðinum.

Hetta er alt alneyðugt og orkukrevjandi arbeiði, ið forløgini her á landi tíverri ikki kunnu standa fyri hvør sær. Við FarLit er møguleiki at savna áhugan fyri føroyskum bókmentum á einum stað og hava yvirlit yvir kunningararbeiðið, ið skal til at halda áhugan við líka.

Samlað átak gevur úrslit

Stórt arbeiði varð gjørt at fáa avtalur í lag við útlendsk forløg upp undir bókamessurnar í 2012, og hetta vísti seg eisini at geva bæði góðar royndir og ítøkiligar avtalur millum føroysk og útlendsk forløg.

Í Göteborg vóru Norðurlond tema, og her lósu Oddvør Johansen, Tóroddur Poulsen, Carl Jóhan Jensen og Jóanes Nielsen upp úr verkum sínum messudagarnar. Eisini vóru stjórin á Bókadeildini, Niels Jákup Thomsen, og Marjun Syderbø Kjelnæs, ið hevur latið róstu ungdómsbókina ”Skriva í sandin” úr hondum, í samrøðu við aðrar norðurlendskar rithøvundar um barnabókmentir í Útnorðri. FarLit var umboðað á Foreign Rights Centre, har altjóða forløg og agentar møtast at knýta sambond og selja rættindi.

Á Frankfurter Buchmesse, ið er størsta altjóða bókamessan, arbeiddi samskiparin við at kunna útlendsk forløg um bókmentir á stórfingna og vælvitjaða føroyska básinum. Her skrivaði Bókadeildin undir avtalu við Jacoby Stuart um at geva Bárð Oskarsson út á týskum, og Nám seldi rættindi til krabbabøkurnar hjá Lydiu Didriksen til íslendska Námsgagnastofnum. Eisini eftir bókamessurnar hava tíðindi borist um avtalur við útlendsk forløg: ”Brahmadellarnir” hjá Jóanesi Nielsen var seld til stóra týska forlagið btb/Random House, og ”Ein hundur, ein ketta og ein mús” og ”Flata Kaninin” hjá Bárði Oskarsson vóru seldar til norska Orkana Forlag.

Úrslitini, ið hava staðist av m.a. arbeiðinum hjá FarLit, vísa, at tað loysir seg at leggja serliga orku í eina miðvísa verkætlan, ið kann lyfta byrðuna fyri føroysku forløgini og geva rithøvundum ein møguleika at røkka út um landoddarnar.

Verkætlanin í 2013

Arbeitt verður nú við at gera klárt til bókamessurnar í Göteborg og Frankfurt eitt nú við at dagføra listan við verkum, ið hevur ligið sum grundarlag undir seinastu tveimum árunum, og taka samband við útlendsk forløg og agentar. Brot úr verkunum skulu týðast, og tilfarið, ið er savnað frá síðstu árunum, umframt heimasíðan, www.farlit.fo , skal byggjast út. Málið hjá FarLit er at sjónliggera okkum og skapa áhuga fyri Føroyum gjøgnum bókmentirnar. Vónandi fáa vit møguleika at endurtaka góðu úrslitini frá 2012 og gerast enn betur at styðja upp undir henda týðandi part av føroyska mentanarlívinum uttanlands.

Norðurlandahúsið, Mentamálaráðið, Rit&Rák, Føroyaprent og Bókamiðsølan hava, eins og síðst, játtað fígging til verkætlanina, og sum nakað nýtt hevur Ferðaráð Føroya eisini valt at verða samstarvsfelagi í hesum átaki. Hetta tí at tiltakið verður hildið at vera sera góður møguleiki at sýna Føroyar fram sum ferðamál. Stóru veggjatjøldini við føroyskum landslagsmyndum hava heilt serliga atdráttarmegi, og flestu, ið ganga framvið, steðga á og vísa áhuga fyri oyggjunum.

Nærri upplýsingar um FarLit og verkætlanina fáast við at venda sær til Jenny Johannessen á tlf. 220 882 ella jenny@farlit.fo.