Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Altíð hugtekur, eggjar og dregur tað óuppnáiliga

Menningarnáttin 2012 í Reykjavík - Røða á føroysku sendistovuni.

Góðan dag og vælkomin á føroysku sendistovuna í Reykjavík, nú vit seta skjøtul á føroyska partin av Menningarnáttini 2012.

Ísland og Føroyar eru virknir partar í norðurlendskum samstørvum, sum bæði geva mentanarligar, búskaparligar og aðrar ágóðar. Vit samstarva framvegis innan fiskivinnu, men eisini innan aðra vinnu, útbúgving, gransking og innan fleiri partar av mentanarøkinum.

Tórshavn hevur harumframt fjølbroytt samstarv við serliga Reykjavík. Fyrr í ár høvdu vit eitt nú høvið at taka lut á sjómannadegnum her í Reykjavík, har Westward Ho fekk stórfingna móttøku. Og á ólavsøku hevði eg tann stóra heiður at vera vertur, tá Jón Gnarr, borgarstjóri í Reykjavík, var á almennari vitjan.

Søga okkara í Íslandi og í Føroyum er nógv øðrvísi enn í hinum norðurlondunum, og í stóran mun er hon felags. Ættarbondini eru mong og onkursvegna kenna vit okkum sum ein familja.

Vit eru eisini so ómetaliga lík á so mongum økjum. Vit kennast væl, vit samstarva væl og so mangan hava vit upplivað, at umsorganin fyri hvørjum øðrum røkkur langt út um vanliga galdandi mørk aðrastaðni.

Altíð hava føroyingar verið vælkomnir í Íslandi, eins og íslendingar altíð hava verið tað í Føroyum. At koma til Íslands, er ikki sum at koma burtur í onnur lond, men heldur sum at vitja skyldfólk og vinir í grannalagnum, og tí kann Ísland eisini vera okkum lagaligasta leiðin út í heim.

Hóast okkara lond teljast millum tey smæstu, so eru vit stór her norðuri. Og hyggja vit at kortinum og telja sjóøkið uppí, tá teljast vit millum heimsins størstu lond. Avbjóðingin liggur í at brúka okkara egnu styrki, og skapa øllum okkara fólki møguleikar at liva bæði sum borgarar í egnum landi og sum heimsborgarar.

Upplivingar og kreativt umhvørvi eru eitt hitt týdningarmesta í hugmyndini um hitt góða lívið hjá fólki í dag.

Undirhald, mentan, list og ítróttur skapa tær upplivingar, sum fólk tráða eftir, og sum skapar trivnað og avbjóðingar aftrat vanliga gerandisstrevinum.

Tí skulu vit eisini leggja okkum eftir at lata heimssamfelagnum okkara íkast, samstundis sum vit finna og ala tað fram, sum vit hava fram um onnur, og duga betur enn onnur.

Hyggja vit eftir, hvat vit hava við okkum her til Reykjavíkar í dag, so mugu vit ásanna, at avbjóðingin er at hjálpa umheiminum at fáa eygu og oyru – ja, allar sansir – upp fyri tí, sum listafólk okkara longu hava skapt, og til at gleða seg saman við okkum til tað, sum tey fara at skapa.

Sum sagt hava vit føroyingar eitt mennandi samstarv við Ísland. Okkara myndlistafólk hava í stórum tali leitað sær útbúgving, íblástur og fyrimyndir í Íslandi. Ikki so fá av okkara evnaríku fólkum innan tónleik og sjónleik hava nomið sær listarligar útbúgvingar í Íslandi, og summi hava eisini komið sær fram her.

Í dag geva vit í útnorði hvørjum øðrum meira ans, enn vit hava gjørt leingi. Hetta kom týðiliga fram, tá felagsgrunnurin Nuuk-Reykjavik-Tórshavn helt sín árliga fund í mai í ár á ráðhúsinum í Reykjavík.

Á hesum fundi samtyktu vit at økja tilvitanina hjá og samstarvið millum bæði politikkarar og borgarar, millum annað við at hava evnisumrøður um aktuell viðurskifti í høvuðsstøðunum í útnorði.

Í fjør gjørdu Tórshavnar og Reykjavíkar kommuna haraftrat eina menningaravtalu á mentanar- og ferðavinnuøkinum. Eg vóni og vænti tí, at hetta fjøltáttaða samstarv heldur fram og mennist, ikki bert til frama fyri okkara millumtjóða samstarv, men sanniliga eisini til frama fyri okkara felags leiklut í heimssamfelagnum, so vit ikki hvørva í meldrinum, men vaksa við uppgávuni og megna og duga at gera vart við okkum í globalum samanhangi.

Aftur hesaferð eru fleiri lista- og mentafólki úr Føroyum við í Menningarnáttini í Reykjavík við framførslum og framsýningum bæði her á Sendistovuni og aðrastaðni í býnum.

Birgir Enni, Marentza Poulsen og bóndahjúnini í Dímun gera føroyskan mat her á Sendistovuni.** Hanus G. Johansen framførir tónleik – bæði her í Sendistovuni og í Hørpu.** Mikkalina Norðberg sýnir fram glaslist í Hørpu.

Niclas & Lena framføra tónleik eins og Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir vísa filmslist, eisini í Hørpu.

Her á Sendistovuni fer Guðrið Poulsen at sýna fram leirlist.

Leirlistin hjá Guðrið Poulsen er sum altíð spennandi. Guðrið er ein djørv listakvinna, sum torir at taka nýggj, óroynd evni upp.

Í síni list lýsir Guðrið ofta samskiftið millum fólk og rúm. Menniskjans tilvera verður fatað og víst í samspælinum við umhvørvið.

Í hesum føri er evnið rúm. Rúm, sum vit so fegin vildu sloppið inn í, verið partur av, men sum frá okkara støðu eru órøkkandi.

Ein kann kanska loyva sær at siga tráanin eftir at røkka tí óuppnáiliga – tað er altíð tað, sum hugtekur, eggjar og dregur – og viðvørt eisini pínir.

Eins og vit her í Sendistovuni kunnu njóta spennandi listina hjá Guðrið Poulsen afturvið einum leskiligum bita og góðum tónleiki, kunnu vit gleða okkum til tað, sum vit fara at uppliva í Hørpu seinni í dag.

Stóra takk til Uttanríkisráðið og sendistovuna fyri at skipa fyri og lata hølir til ein part av føroysku tiltøkunum í samband við Menningarnáttina.

Eg vil í hesum sambandi eisini takka fyri góða samstarvið, ið Tórshavnar kommuna hevur við starvsfólkið á føroysku sendistovuni. Tit eru altíð góð at heita á, og tað er gott og mennandi at uppliva tykkara stóra arbeiði fyri at gera Føroyar og føroyska mentan sjónliga í Íslandi.

At enda sigi eg takk fyri, at eg fekk høvi til at siga nøkur orð her í dag – og við hesum fari eg at lýsa framsýningina her á Sendistovuni og tiltakið sum heild at verða sett.

Takk fyri og góða Menningarnátt 2012.

Heðin Mortensen

borgarstjóri