Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Altíð bagir illa barnið okkurt!

Á tí febrilsku Fjesbóka-síðuni hjá Høgna Hoydal kunnu folk síggja alskyns bizart politiskt tankagóðs, eitt nú myndir av heroiskum hoydalsfeðgum, sum raskir og óræddir við føroyskum flaggi í hond gera landgongd á Hoyvíkshólmi umframt annað høgnesiskt sjálvrós og so heilt meiningsleys álop á aðrar føroyskar politikarar ella Danmark, har HH fær dyrkað sína undirlutakenslu yvir fyri bæði skilagóðum føroyskum mótstøðumonnum og tí holla danska ríkisfelags-skapinum. 

Nógv av teimum høgnesisku glepsunum eru so absurd og triviell, at tey bara fara aftur við borðinum. Men nú jólastemningurin hjá teimum flestu er farin at mýkja sinnalagið, hevur hugnin og stórsinnið kortini ikki rinið við tann kroniskt knarrandi ayatollahin hjá tjóðveldissektini.

Mitt í tí politiska jólameldrinum er tann avindssjúki HH farin heilt yvir gevind á Fjesbókini við smáligum og órímuligum brigsli móti Karsten Hansen, landsstýrismanni. 

Tað snýr seg um projektið FAROGEN, sum landsstýrismaðurin hevur roynt at fingið danska fígging til, eftirsum tað als ikki vóru nakrar føroyskar veitingar at finna. Høgni er ovursintur um, at danskarar "sleppa" at hjálpa okkum við at bjarga Farogen-málinum.

Uppgávan hjá einumhvørjum landsstýrismanni má vera at finna ein pragmatiskan útveg, tá ið tað fíggjarliga stendur á . Ta uppgávuna kann Karsten Hansen lyfta við danskari hjálp. Hetta gleðir bæði Pál Weihe og aðrar praktiskt hugsandi menn.

Mundi Høgni Hoydal leika líka nógv í ella venað seg so, um Karsten hevði biddað pengar úr Íslandi, tí TÁ hevði tað´annars verið rein biddaragongd, meðan ein donsk veiting bara er okkara heilt sjálvsagdi rættur gjøgnum tann holla Ríkis-felagsskapin.

Boomerang-effektin rakar tann dupultmoralska Høgna Hoydal h
Hoydal, sum er fremsti trúboðari hjá tí ovurfrelstu tjóðveldissektini herjar á landsstýrið og háar teir "ófrelstu" politisku flokkarnar fyri, at teir "fara til danskarar eftir pengum!" Og so leggur hann orðarætt afturat: "at føroyskir politikarar kappast um at bjóða seg fram og SELJA SÍNAR ATKVØÐUR afturfyri onkra pengagávu"!

Endiliga fryktar hann fyri, at aðrir føroyskir politikarar fara "at stuðla onkrari danskari stjórn fyri at fáa okkurt aftur fyri!" Hoydal heldur, "at Karstin eyðmýkir okkum"!

So stórorðaður er hesin fyrrverandi stór-snultarin á donskum Fólkatingi.

Er HH so naivur, at hann heldur, at veljarin longu hevur gloymt, hvussu skammleyst hann sjálvur herjaði á hvønn danskan pengakassa, tá ið hann bara slapp framat.

Vit kunnu úr syndarúgvuni hjá hesum politiska hyklara taka hesi fáu dømi:

1) Tað verður enn tosað á Christianborg um ta freku grádigheitina hjá tí norðuratlantiska bandanum, sum bleiv stovnaður av føroyskum og grønlendskum pamparum við Høgna Hoydal sum oddamanni. Hesin ússaligi norðuratlantiski spælibólkur á Fólkatingi hevði bara til endamáls at mjólka pengar burtur úr donskum skattaborgarum, og so mátti hann hartil fáa dispensatión til sína eyðræning av tí danska landskassanum, tí ein "bólkur" skal vanliga vera fýra tinglimir, men tað norðuratlantiska nassaraliðið átti bara tríggjar limir á Fólkatingi. Tað var eyðmýkjandi fyri føroyingar.

2) Billar Høgni sær inn, at veljarin ikki minnist, at hann til eitt fólkatingsval beyð Anders Fogh politiskan stuðul og harvið VILDI SELJA SEG til ein høgravendan danskan statsministara, hvis Fogh afturfyri vildi hjálpa Høgna við loysingini í Føroyum. Tað var eitt vanvirðisligt uppskot, har Høgni vildi taka avgerðarrættin frá føroyingum og leggja føroyskan politikk niður á tað danska Fólkatingið, men Fogh svaraði honum greitt aftur, at loysingin var eitt føroyskt mál, sum IKKI skuldi avgerast á donskum Fólkatingi, men av veljarunum í Føroyum.

Hetta pínliga faktum er merkiliga goymt, "gloymt" og krógvað av teimum flestu journalistum í dag. Hevur nakar føroyskur politikari eyðmýkt okkum meira enn Høgni gjørdi við hesi vitleyst beroknandi opportunismu.

3) Og hvussu forklárar tann forargaði Høgni veljarum sínum, at partamaður hansara DENNIS, borgmeistari í Vági skjeyt upp, at studerandi vágbingar og kanska fleiri lesandi suðuroyingar skuldu "selja seg sjálvan", vraka tað tápuliga p-talið hjá Høgna, fáa sær danskt cpr.-nummar og so sum "góðir" tjóðveldismenn eyðræna danskar SU-kassar fyri ússaligt danskt mammon. Sera eyðmýkjandi og dupultmoralskt, harra formaður..

4) Hvat ætlar Høgni Hoydal at gera við sínar óflýggjaligu "Unga Tjóðveldis"-limir, sum seta rekord í serføroyskari snultan eftir donskum pengaveitingum, tá ið danskir tippingar-pengar skullu býtast út til ungdómsfylkingar. Tá kemur nalvasektin hjá tjóðveldinum við dubiøsum listum AT KRADDA og kravbidda um meira danskan stuðul, enn nakað annað ungmannafelag troystar sær at søkja um. Tað er at eyðmýkja seg, harra Hoydal.

5) Lat okkum ikki gloyma, hvussu Høgni eyðmýkti og eyðrændi føroyska fólkið við at leita sær danska hjálp frá eini talentleysari filmkonu, sum skuldi filma og glamourisera Høgna og hinar loysingarnar, tá ið teir vildu krevja loysing uppá avbetaling frá donsku stjórnini í 1998.Tað var eisini eyðmýkjandi fyri alt fólkið, sum mátti betala fyri hansara privata film.

Onkur heldur kanska, at tað, sum Høgni Hoydal skrivar á FB, bara er ein lítil brotasjógvur í eini grunnari Hoydalsbalju og tí líka so politiskt týdningarleyst ella komiskt, sum tá ið Hoydalsfeðgarnir yvirtaka Hoyvíkshólm og halda seg vera bæði raskar og originalar.

Teir eru nevniliga ikki so frægt, sum klárir yvir, at Rukkulakkin longu mitt í 60´unum skjeyt upp, at Sigurd Joensen og aðrir tjóðveldis-jassar kundu sleppa at yvirtaka Trøllhøvda og so dyrka sjálvsstýri har í nøkur ár, so friður var av teimum. Tað fjákuta loysingarliðið hevur altíð verið sera gott undirhald.

Gaman í, men principielt er tað ikki bara skemt og avgjørt ikki rætt, at ein kyniskur opportunistur, sum býr í so spinklum drívhúsi sum HH ger, bara sleppur at grýta við gróti heilt uttan fyrilit. 

Tað eru nógv naiv fólk í tjóðveldismeinigheitini, sum antin ikki vita, minnast ella forstanda, hvussu hykleriskur og inkonsekventur, tann "politiski" atburðurin hjá Høgna Hoydal hevur verið líka síðani, hann vágaði sær upp í føroyska samfelags-debatt við sínum ógjøgnumtonkta møsni Tá ið pragmatisman ræður í Tinganesi, skullu teir fáa frið fyri høgnesiskum runubløkum og tí ynskja vit bæði teimum og høgnesarum gleðilig jól.

Virgar T. Dalsgaard