Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Alternativt uppskot: Rullandi skipan við tilfeingisskatti

Mortan G. Berjastein, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, hevur saman við Sólfinni Hansen gjørt eitt alternativt uppskot til fiskivinnunýskipan. Loyvini skulu ikki sigast upp, men kvoturnar ásetast av nýggjum, og tilfeingisskattur skal vera á allari veiðu og virðisøking.

Ógreiðar útmeldingar og ruðuleiki eyðkennir almenna orðaskiftið og tað, sum politiska skipanin borðreiðir við í sambandi við, at vit skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan á nýggjárinum. Men okkara nýggja uppskot er so sera einfalt, at hvørt smábarn skilur tað, og afturat er tað bæði meira rættvíst og tryggjar stabilitet í vinnuni.

Tað sigur Mortan G. Berjastein, sum saman við Sólfinni Hansen á Kambsdali hevur gjørt eitt alternativt uppskot til nýskipanaruppskotið, sum samgongan júst hevur sent til hoyringar.

Mortan G. Berjastein hevur leingi talað fyri, at tilfeingisskattur ikki bert skal roknast í veiðuliðnum, men eisini av allari framleiðsluni og endaligu søluni til kundan. Afturfyri eigur partafelagsskatturin á fiskivinnuna at strikast, heldur hann.

Alternativa uppskotið byggir á eina rullandi skipan – eina grandfathering-skipan – har verandi loyvi kunnu halda fram, men sjálvar kvoturnar verða uppsagdar og ásettar av nýggjum. Nýggj loyvi skulu seljast á uppboðssølu, og allur veiddur fiskur skal seljast um uppboðssølu.

Í staðin fyri tilfeingisgjøld verður í alternativa uppskotinum mælt til, at ein tilfeingisskattur verður ásettur á til dømis 10 prosent av søluvirðinum, tá landað verður, síðani aftur á virðisøktu vøruna og at enda eisini á lidnu vøruna, tá hon verður seld.

Skipanin er sera einføld og rúmast á átta PowerPoint framløgumyndum, 
ið kunnu takast niður sum pdf á leinkinum her: http://www.fiskimannafelag.fo/sites/default/files//Fiskivinnuny%CC%81skipan%20Mortan%20G.%20Berjastein-So%CC%81lfinn%20Hansen.pdf