Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Alt asfalt skal nú endurnýtast

FRAMLEIÐSLA: Til tess í størri mun at taka hædd fyri umhvørvinum, hevur Landsverk gjørt royndir við endurnýtslu av asfalti. Hetta hevur hepnast so mikið væl, at longu í ár verður farið undir at endurnýta avfresað asfalt í framleiðsluni. Somuleiðis fer stovnurin í størri mun at nýta sokallað sproytiasfalt til minni ferðslutungar vegateinar, ið er ein munandi bíligari framleiðsluháttur.

Sæð frá einum umhvørvisligum sjónarhorni er rætt at endurnýta tað, sum endurnýtast kann. Í fleiri londum kring okkum er endurnýtsla av asfalti farin fram í fleiri ár. Landsverk hevur senni árini gjørt royndir við endurnýtslu av asfalti, og hetta sær so mikið lovandi út, at stovnurin nú fer undir skipaða framleiðslu við endurnýttum asfalti.

Ikki einans er tað ein umhvørvisligur vinningur at endurnýta asfalt, men hetta fer eisini at bera í sær sparingar. Bæði tá talan er um rávøru eins væl og orkunýtslu. Størsta sparingin fæst við at endurnýta tilfarið í asfaltframleiðsluni á verkinum, sum ber í sær eina beinleiðis sparing av rávørum. Serliga er tað sparingin av bitumen, ið er ein innfluttur oljuúdráttur, sum verður nýtt sum asfaltbindievni, ið er áhugaverd.

Ymsir hættir eru at skipa endurnýtsluna, men tann mest vanligi er, at asfaltið verður avfresað á vegnum, koyrt í ein knúsara og síðani blandað við einum ávísum prosentparti av nýggjum asfalti.

Í fyrsta lagnum, sum er sokallaða berilagið, ber til at nýta upp í 40 prosent av gomlum asfalti. Í ovasta lagi, slitlagnum, er tað nakað minni.

Fyrstu royndirnar við íblanding av avfresaðum asfalti vórðu gjørdar í 2011, og úrslitini hava verið góð. Í ár er so ætlanin at nýta endurnýtt asfalt sum fastan part av nýframleidda asfaltinum. Landsverk hevur valt eina loysn, sum ber í sær, at avfresaða tilfarið verður koyrt beinleiðis í blandaran.

Royndir, sum eru gjørdar á royndarstovuni hjá Landsverki, vísa, at so at siga alt bitumen, ið verður nýtt í blandingini, framvegis er til staðar, tá asfaltlagið verður avfresað.

Við at endurnýta til dømis 30 prosent, verður talan um eina minni nýtslu av oluúrdrátti í sama lutfalli. Umframt at gagna umhvørvinum, er eisini talan um eina fitta sparing í mun til at keypa nýtt inn. Í fjør innflutti Landsverk fyri umleið 10 mió. krónur av asfaltbindievni.

Frá 1. september fer Landsverk at áseta krøv í alt útbjóðingartilfar í samband við asfaltarbeiðir, um at møguligt avfresað tilfar altíð skal endurnýtast. Sum eina nýggja tænastu bjóðar Landsverk at taka ímóti avfresaðum asfalti í Hundsarabotni.

Ein onnur broyting í framtíðar asfaltframleiðslu er, at Landsverk í størri mun fer at nýta sprøytiasfalt til minni ferðslutungar vegateinar, og eisini her verður nógv at spara. Kanska upp ímóti einum helmingi í mun til tann háttin, sum nýttur verður í dag.

Sprøytiasfalt er ein væl kendur framleiðsluháttur, sum fyrr varð brúktur í Føroyum, har skervurin verður lagdur út, asfalt sprøytað útyvir, og sandur stroyddur omaná. Eins og viðvíkjandi endurnýtslu fer tað eisini í útbjóðingartilfarinum at verða kravt, at tilboðini taka hædd fyri møguleikanum at gera arbeiðið við sprøytiasfalti.