Alt asfalt skal endurnýtast
UMHVØRVI: Herfyri keypti Landsverk ein flytbaran grótknúsara, sum fyrst og fremst er ætlaður at knúsa avgrivið asfalt til at endurnýta í framleiðslu av nýggjum asfalti. Málið er at skipa framleiðsluna so umhvørisliga, sum gjørligt, har alt gamalt asfalt sum frálíður verður endurnýtt
Sum ein liður í fáa eina meiri umhvørvisliga asfaltframleiðslu, hevur Landsverk fyri kortum keypt ein flytbaran grótknúsara, ið skal nýtast til at knúsa avgrivið asfalt, sum síðani verður latið út í framleiðsluna av nýggjum asfalti.
Til ber at hava heilt upp ímóti einum triðingi av brúktum asfalti í nýframleiðslu. Nýggi grótknúsarin hjá Landsverki fer eisini at verða nýttur til at knúsa betong, grót og skerv, tá tørvur er á hesum.
- Gongdin allastaðni er, at alt, sum á nakran hátt kann endurnýtast, verður endurnýtt. Og sjálvandi skulu vit her í Føroyum eisini leggja doyðin á at verja umhvørvið best møguligt, sigur Torkil Olsen, sum er leiðari fyri framleiðsludeinini á Landsverki.
Hann vísir á, at við hesi nýggju útgerðini fer tað sum frálíður at bera til at endurnýta meginpartin av gomlum asfalti og harvið spara náttúruna fyri at tyrva hetta. Grótknúsarin, sum vigar 47 tons, skal flytast runt um í landinum, eitt nú millum grótbotini hjá Landsverki.
Eisini ber til hjá entreprenørum at leiga knúsarin í sambandi við ymisk arbeiðir. Bindievnið í asfalti, sum kallast bitumen, er framvegis upp ímóti 100 prosent til staðar, tá asfaltið verður avfresað ella avgrivið. Hetta minkar um nýtsluna av nýggjum bitumen, og harvið um innflutningin av hesum evni.
Landsstýrismaðurin i innlendismálum, John Johannesen, hevur nýliga vitjað í Hundsarabotnin, har hann millum annað kunnaði seg um skipanina við at endurnýta asfalt.