Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ALS-gølan: Umboði hjá KSF fór frá, men tiltakslimurin varð ikki tilkallaður

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum undrast á, at varalimurin hjá almennu arbeiðsgevarunum, Snorri Fjallsbak, ikki varð boðsendur av ALS – stýrinum, í sambandi við at Bjørgfríð Ludvig tók seg úr stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina, 31. Desember 2012, skrivar KSF, og krevur, at landsstýrismaðurin heitir á alt stýrið um at fara frá.

Vinnumálaráðið

Tinganes

Att. Jóhan Dahl, landsstýrismaður

Postrúm 377

110 Tórshavn

Viðv. handfaringini av málinum- og viðv. fráfaringaravtaluni við Ernst Jacobsen, stjóra á Arbeiðsloysisskipanini

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið skal hervið vísa sína ónøgd við handfaringina hjá ALS – stýrinum av málinum um Ernst Jacobsen, fráfarna stjóra á Arbeiðsloysisskipanini umframt fráfaringaravtaluna, sum stýrið hevur gjørt við sama.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur sum almennur arbeiðsgevari verið við at útnevna almenna umboðið í ALS – stýrið. Umboðið hjá almennu arbeiðsgevarunum í ALS – stýrinum Bjørgfríð Ludvig hevur í sambandi við starvsskifti boðað ALS – stýrinum frá, at hon ikki helt fram í ALS – stýrinum. Hennara seinasti starvsdagur var tann 31. desember 2012. Sostatt var Bjørgfríð Ludvig ikki við at undirskriva fráfaringaravtaluna, sum ALS – stýrið hevur gjørt við Ernst Jacobsen, fráfarna stjóra á Arbeiðsloysisskipanini.

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum undrast á, at varalimurin hjá almennu arbeiðsgevarunum, Snorri Fjallsbak, ikki varð boðsendur av ALS – stýrinum, í sambandi við at Bjørgfríð Ludvig tók seg úr stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina. Serliga undrast nevndin í felagnum á, at Snorri Fjallsbak, sum allarhelst er tann enbætismaður, sum hevur stórstu servitan innan økið ikki varð kallaður til fundar í samband við eitt so týðandi mál, sum hetta mál um fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen er.

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum skal við hesum heita á landsstýrismannin í vinnumálum, um at greiða okkum frá, hví umboðið fyri almennu arbeiðsgevararnar ikki varð kallað til fundar í sambandi við málið um fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen.

Eingin ivi er um, at álitið á ALS - stýrið er burtur, tí tekur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undir við, at landstýrismaðurin í vinnumálum, tekur neyðugar avgerðir, so at álit aftur fæst á Arbeiðsloysisskipanina.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur ikki, at tað er nóg mikið, at stýrisformaðurin í Arbeiðsloysisskipanini leggur frá sær. Fyri at endurskapa álitið á Arbeiðsloysisskipanina fer nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum at heita á landsstýrismanninum í vinnumálum, um eisini at heita á hini umboðini í ALS – stýrinum, sum hava undirskrivað fráfaringaravtaluna við Ernst Jacobsen, um at leggja frá sær alt fyri eitt.

Vegna Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Heðin Mortensen

Formaður