ALS skoraði Eik-bygningin fyri 23 milliónir
Perla: - Hetta var eitt gott keyp, tí Tryggingin hevði sagt leigumálið upp á Hálsi, at samráðast um av nýggjum. Einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Við keypinum betala vit munandi minni enn leiguupphæddina, sigur ein vælnøgdur Ernst Jacobsen, stjóri, sum saman við Barsilsskipanini, skal húsast á Tinghúsvegi 14 í Havn...Oyggjatíðindi 14. januar 2009.
Tað er helst lætt at fáa ilt í reyvuna av, at Arbeiðsloysisskipanin hevur brúkt 23 milliónir krónur, nú føroyska samfelagið fær ein kaldan týrkara við neyð og elendigheit, og einum arbeiðsloysi, sum føroyingar neyvan fyrr hava sæð.
Men húsagangir og ein túrur í fútarættin, verður helst líka so stór sjálvfylgja fyri fleiri túsund føroyingar, sum plagdu at fara til bakaran eftir nýbakaðum, aftur við lesnaði um positivan partabrævahandil og kensluna av, at vera millióningur á pappírinum.
Men tann tíðin er farin. Tað var bara rein bolla-luft í hasum bakstrinum hjá peningastovnunum. Kortini er ongin orsøk, at fáa ilt í reyvuna av, at Als hevur keypt bygningin hjá Eik á Tinghúsvegi 14 í Havn. Bygningin kundi Als nevniliga ogna sær fyri mió. 22.740.000,00 kr.
Hetta verður mett, sum tað reina røvarakeyp.
Og Ernst Jacobsen, stjóri, lýgur ikki. Tær sløku 23 milliónirnar er tinglýsti prísurin.
Vit kunnu í hvussu so er staðfesta, at bara grundøkið í miðbýnum í Havn, hevur eitt virði uppá 8 milliónir, og at bygningurin hjá Eik kundi verið seldur fyri tað dupulta um fíggjarjounglørar sluppu at spæla cowboyarar og indianarar í villu tíðunum.
Men helst verður leingið at bíða eftir nýggjum wilde west-tíðum á fíggjarmarknaðinum, og Eik - eins og Føroya Banki, hevur eins nógv brúk fyri kapitali, sum svong Biafra-børn í neyðstøðu.
Men hví keypir Als, tá øll onnur antin missa, krúpa ella bara verða send eftir sliskuni til avhøvdingar? Hendan spurningin hava vit sett, stjóranum.
- Tað hevur í nógv ár verið greitt fyri Als, at hølisviðurskiftini á Halsi, hava verið vánalig. Hartil kemur, at skrivstovan á Hálsi ikki hevur verið høglig fyri viðskiftafólkini, sum hava ørindir hjá Als allastaðnar frá, sigur Ernst Jacobsen.
Hann vísir eisini á, at Als longu hevði útvega sær grundøki frá kommununi við Óðinshædd, niðanfrá tyrlupallinum.
Kostnaðurin fyri hetta var 1,4 millión.
- Vit hava eisini liggjandi fleiri skitsur av nýggjum bygningi, og hvussu ein slíkur best gevur seg út innan, sigur Ernst Jacobsen, og avdúkar, at tey bóðu nakrar arkitektafyritøkur koma við uppskotum, og at Als valdi Map-arkitektar burturúr.
Hvat gera tit so við grundøkið?
- Tað lata vit innaftur til kommununa.
Men arkitektaskitsurnar; tær kostaðu helst eisini nógv, fáa tit brúkt nakað av hesum tilfari?
- Ja, vit kunnu gera broytingar við grundarlagi í hesum skitsum, sigur stjórin í Als, Ernst Jacobsen, sum ikki heldur, at tað hevði verið heppið um Als bygdi á Óðinshædd. Tað vildi framvegis verið ov óhøgligt.
- Vit halda, at bygningurin við Tinghúsvegin liggur væl fyri, og at hann liggur “afturundir” er bara eit pluss, sigur Ernst Jacobsen, sum eins og so nógv onnur í miðbýnum tó má staðfesta ring parkeringsviðurskiftir. - Tað var av tilvild, at keypið kom í lag. Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt.
Tryggingin hevði sagt leigusáttmálan upp á Hálsi, og samráðingar um nýggja leiguupphædd lá í kortunum, sigur stjórin og váttar, at tað var á fundi í Eik, at hann fann uppá at spyrja um bygningurin var til sølu.
- Tað var hann ikki, segði Marner Jacobsen, men hann skuldi fara til sítt bakland, og eg til mítt, og semja var um ein prís sum lá okkurt um 23 milliónir, sigur Ernst Jacobsen.
- Tá ið vit høvdu sæð bygningin, og kundu vísa á onkran brotnan rút, og aðrar ábøtur, vóru vit samd um eina upphædd uppá 22.740.000,00.
Til samanberingar kann staðfestast, at Map-arkitektar hava mett, at ein nýggjur bygningur vildi kostað Als um 65 mió. Kr
Men ongin vandi er á ferð við hesi íløgu:
- Vit betala munandi minni við hesum keypinum enn fyri leigumálið á Hálsi, og Als eigur 650 milliónir at gera gott við, sigur stjórin.
Soleiðis skoraði Als Eik-bygningin fyri slakar 23 milliónir.
- Røvarakeyp.