Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Alment lógarbrot

Perla: Lexus er ikki góðkendur til ferðafólkaflutning. Oyggjatíðindi 11. apríl 2008:

Har koma teir. Helvitis kalar at síggja til. Gore og gall um allar geilar. Ferðaleiðari er stjórin í Atlantsflog, Magni Arge. Stívur sum SEV-peli, og so tyngandi barlast um miðjuna, at als ongin vandi er fyri, at maðurin fer á flog í nakrari CO2 hvørvisjón, heldur ikki Al round the Globe.

Magni hevði hóska væl sum Obelix í filmatiseringini av “helvitiseldinum” hjá Cesari, sum ikki fekk Gallien undir rómerskt vald.

Men tað var ikki gandadrykkur í gløsunum, løgmaður bjóðaði uppá - men heldur ikki fattigmanssnaps ella AA-dropar, serveseraðir av Velbastað við tys, tys rasinum í syroppi.

Og neyvan heldur sannleikin um Føroyar og vinmannin Kyoto úr Japan. Tað vildi verið alt ov flovisligt.

Men Føroyar er eitt modernað land. Lívsstílserfrøðin ræður. Blogg og mogg er trendið, og vit branda ikki landið við einari brand og bland-kenning uttan eina góða meining og orsøk.

Nei. Syss, syss. Vit gera tað rætt. Vit gera tað ordiligt. Al Gore skuldi faninim´e ikki koyrast í sor.

Og heilaga pressan fekk heldur ikki eitt orð frá Gore.

Hann slapp koyrandi í Lexus 300 - ein luxus-dós fyri hálva millión á fýra hjólum frá Toyota, sum bara fratar so illa við Co2, at túrurin við hesi pengamaskinu man hava kostað eini tvey trivali grønlendsk ísfjøll, so strálan hjá Ole Swizzch, sum ein lort fer uppum mønuna í Tinganesi, og Danmark fær lagnuna hjá býnum, Atlantis, ið bleiv vekk.

Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, gita vit at samkenslutankin frá fullveldinum vildi verið.

Vit spyrja, hví innbjóðarnir ikki valdu raps´bilin hjá Erling Simonsen, at koyra Al Gore í?

Men hvør fanin hongur seg í detaljur?

Men vit spyrja eisini hvussu tað ber til, at fleiri av bilunum, sum koyrdu Gore við fylgi og fylgisneytum, als ikki vóru góðkendir til ferða-fólkaflutning?

Og vit spyrja, hví góðkendu bilfeløgini - ið eiisni hava penar bilar, ikki komu uppá part, tí hesir fáa at vita, at teir fáa ikki loyvi at flyta ferðafólk, uttan at bilurin er góðkendur til ferðafólkaflutning. Náaaaa!?

Oohhuupps! Bróta teir lógina fyri at koyra runtvið Gore og øðrum fínum gestum?

Ja. Tað er ikki hissini.

Hvør fær lønandi túrarnar, tá útlendskar fínarimpur koma á vitjan.

AUTO? Nei! Bil? Nei? Automobil ella nakar annar í vinnuni?

Helvitis tíð!

OK. Mennirnir, sum fáa 24 tíma túrarnar fyri kr. 1.000,00 um tíman, eita Jóannes Eidesgaard. Justinussen, og Martin Restorff, og onkur onnur puturdós á fýra hjólum.

Løgmaður eigur ein Volvo XC 90, Landrover - helst ein krógvaðan discount, sama slag sum Justinussen, eigarin av Dekksentrinum, sum er nógv brúktur av heilagu kýrnum og ríku grísunum.

Men hann dálkar akkurát líka illa kortini. Og hann er eitt svín í prísi.

 Men tann, ið fekk dýrasta túrin við Gore í Føroyum, var Eik-maðurin, Martin Restorff.

Fyri at rættvísgera koyringina við hesi trillandi ríkmannafjøl, varð Birgir Enghammer headhuntaður gleðisdrongur.

Maðurin er privatur vinnurekandi, sum hevur keypt sær loyvi at koyra í AUTO. Fittur maður.

Hatta má vera borgan fyri, at alt er í lalle, ella hvussu?

Nææææ!

Men er hann solidariskur?

Hóast navnið, er Birgir, sum saktans eisini kann vera eitt gentunavn, ikki borgan fyri grønari koyring, tí hóast Birgir Enghamar heldur, at hann er betur til uppihalds- og arbeiðsloyvir enn gLøggan og landsstýrið, so er tað kortini ein veruleiki, at loyvisbræv til ferða-fólkaflutning í blikkspannum á fýra hjólum, uttan mun til Lex og Lux, fylgir ikki við persónunum, men við bilinum!

Og Móður ThresTesan um: Fínt skal tað vera, er altso bara galdandi í BBC, og ikki í føroysku lóggávuni - ikki enn í hvussu so er...

Tað var hulens...

- Ja, tað var tað helst, tí ongin bilur, sum koyrdi í kortesjuni hjá Al Gore, al round, hevði loyvisbræv til ferðafólkaflutning, og tí kann róliga sigast, at ongin persónur var tryggjaður, skuldi teir rent inn í eitt ísfjall, ella druknað í laser-proffinum hjá Ole Lukøje, og koyrt Gore í sor.

Ella skuldi Atlantsflog mist “nøsina” niður á luxus-karetina, so Aldo Moro fekk ein avloysara í Al´do Gor´o. Tað gekk tíbetur friðarliga fyri seg. Kanska løgmaður hugsar um hetta, áðrenn hann leigar karetina út eina aðu ferð.

Tað vildi undir øllum umstøðum veri alment lógarbrot, tí bilurin við Gore og øðrum høvdu ikki góðkenning til ferð-afólkaflutning.