Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennur ruddingardagur tann 5. mai

Tórshavnar kommuna hevur tað sum aðalmál á umhvørvisøkinum at tryggja eitt reint umhvørvi. Sum borgari kanst tú vera við til at halda kósina móti einum reinari umhvørvi og fyribyrgja dálking, heilsuvanda og umhvørvisampa.

Samstarv millum borgarar og kommunu er ein treyt fyri at røkka málinum. Reint umhvørvi økir um trivnaðin hjá tí einstaka, og Tórshavnar kommuna ætlar við komandi umhvørvisvikuni at leggja dent á umhvørvi og heilsu hjá tí einstaka
borgaranum og kommununi sum heild.

Sjónarmiðið hjá kommununi er, at vit skulu lata næsta ættarliði umhvørvið í sama standi, sum vit fingu tað. Tí skipar Tórshavnar kommuna á hvørjum ári í fyri heilsu- og umhvørvisviku sum í ár verður frá 29. apríl til 5. mai.

Í Tórshavnar kommunu verður stórur dentur lagdur á og nógv orka løgd í at hava eina reina og vakra
kommunu. Til at røkka hesum máli halda vit, at tað hevur alstóran týdning, at børn og ung so tíðliga sum gjørligt verða gjørd varug við og tilvitað um at hava umsorgan fyri náttúru og umhvørvi, og hvussu umráðandi tað er at fara væl um náttúruna.

Ein sera stórur partur av hesum er at læra tey ungu at rudda. Rudda fyri egnum durum og annars. Tí verða aftur í ár ruddingardagar í Umhvørvisvikuni. ** Ruddingardagur fyri skúlar, barnagarðar virkir og stovnar verður mánadag 30. apríl. Almenni ruddingardagurin verður leygardagin 5. mai.

Nærri kunning um rusksekkir, bingjur og upp- og afturlatingartíðir hjá Brennistøðini v.m. verður lýst seinni á torshavn,fo > Tænastur>Umhvørvi