Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennur politiskur fundur um rúsdrekka og rúsevnir

Týsdagin 18. oktober kl. 19.30 verður Miðlahúsið karmur um almennan politiskan fund, har evnini rúsdrekka og rúsevnir verða viðgjørd. Tað er Blái Krossur Føroya, ið skipar fyri fundinum.

Trý evni verða viðgjørd á fundinum. Hvørt evni byrjar við einum uppleggi, og síðan fáa umboðini fyri politisku flokkarnir høvi til at koma við sínum boði uppá politikk á økinum ella við viðmerkingum til uppleggið.

Uppleggini verða frá fólkið, ið arbeiða á rúsøkinum:

Olga Magnussen, leiðari á Blákrossheiminum, hevur eitt upplegg um "Rúsdrekka og Menniskja”, ið snýr seg um tá rúsdrekka er ein trupulleiki hjá einstøkum menniskjum og avvarðandi hjá viðkomandi.

Martin Kúrberg, viðgerði á Blákrossheiminum, hevur eitt upplegg um "Ung og Rúsevnir”, har nomið verður við rúsevnisnýtslu millum ung í Føroyum, og hvør lagnan er hjá ungum rúsevnismisnýtarum.

Hjalmar Hansen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, hevur eitt upplegg um "Rúsevni og Samfelagið – Rúspolitiskir Málsetningar”, har fokus er á hvørji mál politisku flokkarnir kunnu seta innan rúsevnis-politiska økið.

Orðstýrari er Helgi Jacobsen. Blái Krossur boðar frá, at øll eru vælkomin til tiltakið.