Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennur fyrilestur um Tibet

Tibet í myndum og orðum.

Tíðindaskriv:

Nú er eitt frálíkt høvi at fáa betri innlit í fjarskotna landið Tibet, tí mánakvøldið 17. september verður almennur fyrilestur við heitinum Tibetanar í tí modernaða Tibet. Ein myndafrágreiðing. Fyrilesturin verður hildin, samstundis sum myndir av menniskjum og náttúru í Tibet verða vístar.

Fyrilesturin verður mánakvøldið 17. september klokkan 19.30 í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini, V.U.Hammershaimbsgøtu 16.

Tað er danska Ellen Bangsbo, sum heldur fyrilesturin. Ellen Bangsbo er útbúgving antropologur og hevur bachelor-útbúgving í tibetiskari mentan og samfelag. Hon hevur eisini útbúgving frá listahandverksskúlanum, Skolen for Brugskunst, í Keypmannahavn.

Ellen Bangsbo hevur í nógv ár búð og arbeitt í Tibet, Nepal og India. Hon hevur skipað fyri ferðum og verið ferðaleiðari í Tibet, og hon hevur granskað og íðkað tibetiska buddhismu í 30 ár. Ellen Bangsbo heldur fyrilestrar, tekur myndir og hevur skrivað nógvar greinir um tibetiska mentan.

Tað eru Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fólkaháskúli, ið skipa fyri fyrilestrinum, sum er almennur og ókeypis. Høvi verður at seta spurningar, og øll eru hjartaliga vælkomin.