Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennur fyrilestur um seinfylgjur eftir sjúku og viðgerð av krabbameini

Dan Klein --- 28.09.2017 - 09:05

Almennur fyrilestur um seinfylgjur eftir krabbamein verður hóskvøldið 26. oktober kl. 19.00 til 21.00 á Parnassinum á Hotel Hafnia í Tórshavn. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Almennur fyrilestur um seinfylgjur eftir sjúku og viðgerð av krabbameini.
Krabbameinsfelagið varpar ljós á seinfylgjur eftir sjúku og viðgerð av krabbameini.
 
Viðgerðin fyri krabbamein er batnað nógv seinastu árini og alsamt fleiri gerast frísk av sjúkuni. Hetta er at fegnast um.
 
Hóast nógv gerast frísk og liva eitt gott lív eftir sjúku, so kann sjúkan krevja sítt og seta spor. Krabbameinsviðgerðin er betri í dag, men kortini eru tað fleiri, ið fáa fylgjur ella seinfylgjur av viðgerð og sjúku. Fylgjur, ið eisini kunnu koma nógv ár aftaná og kunnu vera til stóran ampa. Fyri summi eru fylgjurnar invaliderandi.
 
Vantandi vitan og kunning um seinfylgjur er ein trupulleiki, bæði fyri tann, sum hevur seinfylgjur og fyri heilsustarvsfólk.
 
Tí skipar Krabbameinsfelagið fyri fyrilestri um hetta evni.
 
Fyrilestarahaldari er norska Cecilie E Kiserud. Hon er yvirlækni og serfrøðingur í onkologi, PhD, leiðari fyri Nasjonal kompetansetjeneste for seneffekter etter kreft Oslo Universitetssykehus, Radiumhospitalet.
 
Cecilie hevur í nógv ár arbeitt innafyri júst hetta økið og hevur drúgvar royndir innan krabbameinsøkið og seinfylgjur.
 
Í fyrilestrinum fer hon at greiða frá um seinfylgjur, og um hvussu fólk, sum hava ymiskar fylgjur av sjúku og viðgerð, kunnu fáa hjálp.
 
Almennur fyrilestur verður hóskvøldið 26. oktober kl. 19.00 til 21.00 á Parnassinum á Hotel Hafnia í Tórshavn. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.