Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennur fyrilestur um húð-og móðurmerkjakrabbamein

Mikukvøldið tann 11. september skipar Krabbameinsfelagið fyri almennum fyrilestri um húð- og móðurmerkjakrabba. Tað er húðlæknin og yvirlæknin Michael Heidenheim, sum fer at hava áhugaverdan fyrilestur um húð- og móðurmerkjakrabba og fyribyrging av hesi sjúku.

Vanligasta orsøkin til húð og móðurmerkjakrabbamein er ov nógv sól og solarium. Tað snýr seg í heilt stóran mun um tínar vanar í sólini. Tí kanst tú eisini gera nógv sjálv/-ur fyri at sleppa undan vandamiklu sjúkuni. Hetta fer Michael Heidenheim at greiða nærri frá í sínum fyrilestri.

Hjá tær, sum hevur ella hevur havt móðurmerkjakrabbamein ber eisini til hetta sama kvøldið at fáa vitan um ”Móðurmerkjabólkin”, sum er ein sjálvhjálparbólkur fyri fólk, ið hava ella hava havt hesa sjúkuna.

Tað er hesin sami bólkur hjá felagnum, sum stendur fyri tiltakinum.

Fyrilesturin verður á Hotel Hafniu tann 11. september kl. 19.00. Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin.