Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almennur fyrilestur um EILO, ítrótt og astma

Dan Klein --- 28.02.2018 - 07:00

Fyrilesturin v/Vibeke Backer, professari, og yvirlækni innan lungnamedisin á sjúkrahúsinum í Bispebjerg, Keypmannahavn, verður í ÍSF-húsinum týsdagin 14. mars 2018 kl 19.00. Málbólkurin er kanska serliga nevndarlimir, venjarar, íðkarar og avvarðandi.

Vibeke Backer hevur í fleiri ár granskað nógv innan astma og serliga ringari astma – eisini í mun til ítrótt – og EILO umframt viðgerð av hesum. Hon hevur m.a. sett í verk fleiri sløg av kanningum innan økið.

Vibeke Backer hevur eisini sitið í nevndini hjá Anti-Doping Danmark umframt í Wada við astma og astmaviðgerð sum høvuðsøki. Harafturat hevur hon sitið í CAS-dómstólinum mótvegis úrvalsíðkarum, sum hava tikið ov nógvan astmaheilivág. Og so hevur hon verið vegleiðari hjá phd-lesandi og givið út fleiri enn 300 vísindaligar greinar.

EILO: Exercise-Induced Laryngeal Obstruction. (tvs. andingartrupulleikar útloystir av, tá nógv stendur á, t.d. undir harðari venjing)