Almennu útreiðslurnar í Føroyum mugu niður
Tann almenni geirin er seinastu árini vorðin ein alsamt størri partur av føroyska búskapinum.
Tøl hjá Hagstovu Føroya vísa, at føroysku almennu útreiðslurnar, máldar sum prosent av BTÚ, eru á sama støði sum í Danmark. Danmark hevur sambært OECD størsta almenna geiran í heiminum.
Síðan 1997 eru útreiðslurnar hjá Landskassanum til rakstur øktar úr 2,3 mia. kr. upp í 4,6 mia. Kr í 2010. Í sama tíðarskeiði eru samlaðu almennu útreiðslurnar øktar úr knappum 4 mia kr. upp í 7,5 mia. kr.
So kann ein bara spyrja, hvør orsøkin er til, at almennu útreiðslurnar eru øktar so nógv, og um fólkið í Føroyum hevur tað tvífalt so gott í dag sum í 1997? Viðmerkjast skal, at tað í 1997 var eitt avlop í landsroknskapinum við inntøkum svarandi til 2,5 mia. kr., meðan tær í 2010 vóru 4,5 mia. kr. og tá var hall.
Sambært Landsbanka Føroya er grundrakstur landskassans (tvs. uttan rentur, íløgur, einskiljingarinntøkur og aðrar kapitalinntøkur) versnaður við næstan 1.350 mió. kr. í tíðarskeiðinum 2000–2010.
Danmark hevur sambært OECD stórar avbjóðingar við teimum almennu útreiðslunum. Danski fíggjarmálaráðharrin, Bjarne Corydon, hevur ætlanir um at fáa nýggja lóggávu setta í gildið har m.a. tann vanligi almenni rakstrinum skal hava eitt útreiðsluloft. Eisini verður eitt loft á útgjøldini av almanna veitingunum og útreiðslunum hjá kommununum.
Landsstýrið eigur at taka hetta í stórum álvara og fremja í verki konkretar sparingar og rationaliseringar í tí almenna.