Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almenni arbeiðsgevarin má taka størri ábyrgd

TEMA UM SKRIVSTOVULÆRLINGAR: Fyrrverandi landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevði ætlanir um at seta krav um, at tað almenna  skal seta fleiri skrivstovulærlingar. Men kravið gjørdist eitt ynski, sum tó ikki hevur broytt stórvegis, tá tað snýr seg um talið av lærlingasáttmálum
 
Sveinur Tróndarson, journalistur
 
- Okkara ynski var at almenni arbeiðsgevarin skuldi taka fleiri skrivstovulærlingar. Tað var eitt ynski hjá landsstýrinum og tað royndu vit at fáa sett í verk. Vit umhugsaðu at seta tað sum eitt krav, men ráðini, vit fingu vóru, at vit skuldu mæla til ístaðin, og tíverri kunnu vit í dag staðfesta, at tilmælið hevur ikki havt tað ávirkan, sum vit høvdu ætlað.

Tað sigur Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður við fíggjarmálum, í einari viðmerking til útsagnirnar hjá honum í 2012 og 2013 um skrivstovulærlingar í almennum høpi.
 
Skuldi vera krav
Í samband við fíggjarlógina fyri 2013 segði hann, at landsstýrið fór at koma við einum kravi um at almenni arbeiðsgevarin skuldi seta fleiri skrivstovulærlingar, og hetta endurtók hann í einari røðu á landsfundinum hjá Fólkaflokkinum.
 
http://www.starvsmannafelag.fo/Default.aspx?ID=12&Action=1&NewsId=288&currentPage=35&PID=18
 
Úrslitið lat tó bíða eftir sær, tí kravboðini gjørdust til eitt tilmæli. Eitt tilmæli, sum ikki er fylgt, tí sambært upplýsingunum hjá Yrkisdeplinum setti almenni arbeiðsgevarin bara níggju skrivstovulærlingar í starv í fjør. Av í alt 307 nýggjum lærlingasáttmálum vóru bara 9 skrivstovulærlingar í almennum høpi.
 
Tað er ikki nøktandi, staðfestir fyrrverandi landsstýrismaðurin.
 
Sambært honum eigur almenni arbeiðsgevarin at seta krav um fleiri lærlingar, tí fólk skal setast við, tá onnur falla frá.
 
Ímóti serligari játtan
- Arbeiðið í almennum høpi er broytt, tí nú taka akademikarar sær av størri og størri parti. Og tað er ikki bara gott. Vit mugu hava fleiri vanlig skrivstovufólk inn at loysa tær uppgávur, sum hesi skulu loysa, sigur Jørgen Niclasen.
 
Sambært honum hevur tað almenna skyldu til at taka størri part, men hann er ímóti, at man skal gera eina serstaka játtan til lærlingar, sum róð varð framundir fyri nøkrum árum síðan.
 
- Lærlingarnir skulu vera ein vanligur partur av rakstrinum og arbeiðinum, og tí er tað eftir mínum tykki skeivt at slíta játtanina sundur, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.
 
Hann er greiður yvir, at stóru broytingarnar í samband við automatisering og digitalisering hava ávirkað talið á nýggjum lærusáttmálum, tí við teimum broytingunum er starvsfólkatørvurin nøktaður við flytingum. Men tá ein tíð er fráliðin kemur tað vanliga skiftið av starvsfólki, og tá mugu arbeiðsgevararnir hava verið við til at útbúgva tey, sum skulu taka við.
 
- Tað er ein skylda, sum almenni arbeiðsgevarin má taka á seg, sigur Jørgen Niclasen.