Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Við at standa uttanfyri nevndina í Pedagogfelagnum standi eg eisini púra fríur at siga mína hjartans meining um forskúlar og øll onnur námsfrøðilig viðurskifti eisini, sigur Jógvan Philbrow, ið er farin úr nevndini í Føroya Pedagogfelag í ótíð.

Almenna skipanin arbeiðir ímóti námsfrøðini

Jógvan Philbrow tók seg fyrr í summar úr nevndini í Føroya Pedagogfelag, men útvarpið vendi alt á høvdið, tá tað fekk høvuðsorsøkina at vera misnøgd við nevndina í felagnum, sigur hann. Frustrasjónirnar, ið fingu hann at pakka saman, galda almennu arbeiðsgevararnar og ikki Pedagogfelagið, leggur hann dent á.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen

”Adressan fyri mínum frustrasjónum og orsøkin til, at eg havi tikið meg úr nevndini í Føroya Pedagogfelag, er arbeiðsgevarasíðan – landið og kommunurnar – og ikki nevndini í Pedagogfelagnum.”

Tað slær Jógvan Philbrow, fyrrverandi næstformaður í Pedagogfelagnum, fast, eftir at úrvarpið í høvuðstíðindunum seinasta mikukvøld segði orsøkina til, at hann var farin úr nevndini, vera stóra misnøgd við kósina og handfaringina hjá Pedagogfelagnum í málinum um skipan av forskúlum í framtíðini.

Pláss fyri ósemju

”Hatta er ein snaring, sum vendir alt á høvdið. Jú gaman í, tað er rætt, at eg havi verið ósamdur um handfaringina av summum málum, eisini handfaringina av forskúlamálinum, har eg millum annað hevði ynskt, at nevndin stóð saman um eina meira greiða, fakliga støðu. Men vit hava ikki altíð somu sjónarmið, og tað skal eisini vera pláss fyri at vera ósamd í einari demokratiskt valdari nevnd”, sigur Jógvan Philbrow.

Hann vísir á, at hann persónliga hevur greitt forkvinnuni sjálvari frá tí, sum hann er ónøgdur um viðvíkjandi nevndararbeiðnum.

Ongin virðing

”Eg havi sitið í nevndini í næstan tíggju ár, og øll árini havi eg roynt at trúð upp á, at arbeiðsgevarasíðan hevði virðing fyri námsfrøðini og teimum, sum arbeiða við henni, og at arbeiðsgevararnir eisini vóru áhugaðir í at loysa tey vandamál, ið eru innan námsfrøðina í Føroyum, saman við Pedagogfelagnum. Men eg havi verið ov góðtrúgvin, tí har er ongin virðing og heldur onki samstarvssinni hjá arbeiðsgevarunum. Eg havi fleiri ferðir fyrr ætlað at givist í nevndini, men havi tá hugsað, at løtan var ikki røtt, tí tað bara fór at verða misfatað henda vegin ella hin vegin. Men sannleikin er jú, at rætta løtan kemur ongantíð, so nú tók eg bara eina skjóta avgerð, tá forskúlamálið endaði, sum tað gjørdi”, sigur fyrrverandi næstformaðurin í Pedagogfelagnum.

Ein stór fløkja

 Jógvan Philbrow er sera ørkymlaður av, at sáttmálamótparturin eftir hansara tykki við beráddum huga fløkir fakligu og fakfelagsligu sjónarmiðini hjá Pedagogfelagnum saman í ein ellibita.

”Argumentasjónin hjá mótpartinum gongur jú út uppá, at fakfelagsligu krøvini hjá Pedagogfelagnum – lønarkrøv og krøv um arbeiðsumstøður annars – bara eru sett fyri at seta forðingar í vegin fyri forskúlunum, tí felagið er ímóti forskúlum. Men mótstøðan móti forskúlunum, sum serliga eg havi verið alment úti við, er útilokandi grundað á námsfrøðifaklig sjónarmið og hevur í so máta onki við lønarkrøv og annað at gera. Tá alt verður vavt saman upp á handa mátan og misbrúkt av mótpartinum, hevur man bara hug til at royta seg sjálvan og banka høvdið inn í ein vegg. Eg tími hatta snøgt sagt ikki longur, og við at standa uttanfyri nevndina, standi eg nú eisini púra fríur til at siga mína hjartans meining um hesi viðurskiftini og onnur við, og tað ætli eg mær eisini”, sigur Jógvan Philbrow.

”Men eg eri als ikki firtin inn á nevndina í Pedagogfelagnum og klamsi ikki við hurðunum har”, leggur hann dent á.

Jógvan Philbrow sat í nevndini í Føroya Pedagogfelag í níggju og eitt hálvt ár harav fýra og eitt hálvt ár sum næstformaður.