Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almenna jørðin eigur at einskiljast eftir knæsettum leisti

Eg havi við stórum áhuga lurtað í útvarpinum eftir sending av Eiði um privatisering av "landsjørðini". Nógv áhugavert kom fram.

Eitt eg legði til merkis var at tey flestu hildu at bøndurnir skuldu gjalda eini 500-700 miljónir fyri at keypa sína egnu jørð. Løgið at ongin hugsaði um hvørjar siðvenjur og lógarheimildir eru á økinum. Nógv almenn jørð er privatiserað millum ár og dag. Kostnaðurin hevur altíð verið 20 ferðir ársleiguna.

Hesar traðir kundu keypast til ogn á henda hátt um ein fimtingur var veltur. Eg haldi næstan at forfedrar og familja hjá Bjørt hava notið gott av hesum. Síðani hava eftirkomarar teirra kunna "realiserað" virðini til grundstykkir.

Sjálvandi eigur almenna jørðin at einskiljast eftir hesum knæsetta leisti! Eg havi 25 ára royndir sum "festari" Tá eg vegna heilsubrek lat garðin til systirsonin fingu vit eitt gjald fyri ymiskar persónligar íløgur í garðin.

Hesin peningur varð skattaður sum A-inntøka tað eina árið saman við aðrari inntøku, soleiðis at TAKS tók tveir triðingar av upphæddini. Hetta kom av at vit ikki høvdu privatan ognarrætt. Tá var alt annað sovorðið skattafrítt, men ikki hjá festibóndum.

Eg haldi at Jacob var tann skilabesti í orðaskiftinum.

Hanus Vang