Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almenn rættleiðing til Anniku Olsen um rehabilitering

Herfyri setti Sirið Stenberg, løgtingskvinna, skrivligan fyrispurning til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um samdøgursrehabilitering á Boðanesheiminum og rehabilitering (endurmenning) til heimabúgvandi borgarar. Svarið hjá Anniku Olsen er í besta føri illa frágingið og gevur ikki løgtinginum hvørki eina sanna ella greiða mynd av málinum. Tí hesar almennu rættleiðingar.

Sirið Stenberg spyr landsstýriskvinnuna, um hon fer at virka fyri, at samdøgursrehabiliteringin á Boðanesheiminum kann halda fram í 2014, og hvussu hon annars ætlar at tryggja heimabúgvandi borgarum gerandisrehabilitering og ambulanta rehabilitering.

Orsøkin til fyrispurningin er ivaleyst skriving í fjølmiðlunum í november í fjør um, at Almannamálaráðið ikki fer at játta fígging til samdøgursrehabiliteringina á Boðanesheiminum, og at hetta tilboð til heimabúgvandi borgarar, sum hevur avbera góð úrslit at vísa á, tí dettur niðurfyri.

Royndarverkætlanin

Annika Olsen svarar løgtingskvinnuni, at samdøgursrehabiliteringin á Boðanesheiminum er ein royndarverkætlan, sum Tórshavnar kommuna sjálvstøðugt hevur sett í verk innanfyri játtanina í 2013, og at Almannamálaráðið varð ikki kunnað um hesa verkætlan, fyrr enn eftir at hon varð sett í verk.

Tað er rætt, at talan er um royndarverkætlan, sum byrjaði 1. august 2013. Tað er eisini rætt, at Tórshavnar kommuna hevur sett verkætlanina í gongd. Tað er tó ikki rætt, at Almannamálaráðið ikki varð kunnað.

Arbeiðið at skipa samdøgursrehabiliteringina byrjaði beinanvegin, at stovnurin byrjaði á heysti 2012. Longu 29. januar 2013 varð ætlanin løgd fram fyri Almannaverkinum. Ætlanin sæst eisini aftur í reglugerðini fyri Boðanesheimið, sum landsstýriskvinnan góðkendi tann 22. mars 2013.

Reglugerðin ásetir í endamálsgreinini, at heimið hevur til endamál at bjóða umlætting til heimabúgvandi pensjónistar, ið hava tørv á røkt ella venjing, og við umsorgan at stuðla undir virkisførleika hjá tí einstaka. Harumframt at bjóða tænastur til heimabúgvandi pensjónistar, ið vilja viðvirka til ella at styrkja um virkisførleikan og vælveruna, og harvið stuðla undir møguleikanum hjá hesum at búgva longst møguligt í egnum heimi.

Við støði í hesum varð virksemisætlan fyri samdøgursrehabilitering og dagtilhald til heimabúgvandi á Boðanesheiminum gjørd. Men hildið varð ikki ráðiligt at seta hetta í gongd, tá Almannamálaráðið onga fígging hevði játtað.

Sum alternativ varð tí gjørd ein royndarverkætlanarlýsing, sum Almannaverkið fekk í apríl 2013. Sum framhald av hesum kom eitt lið av 10 fólkum frá Almannaverkinum á Boðanesheimið til framløgu og kunning um verkætlanina – hetta var tann 22. mai 2013.

Men heldur ikki nú fekst játtan. Enn ein roynd varð gjørd á fundi í Almannamálaráðnum hin 26. juni 2013, tá landsstýriskvinnan persónliga fekk handað verkætlanarlýsingina íroknað kostnaðarmeting og kunning um verkseting.

Tað endaði við, at Boðanesheimið við at brúka spardar feriulønir, kundi fíggjað verkætlanina til jóla, men bæði landsstýriskvinnan og embætisverk hennara hava verið beinleiðis kunnaði og tikin uppá ráð í allari tilgongdini.

At landsstýriskvinnan rekur framundir einki at vita um verkætlanina, og at Tórshavnar kommuna fyri landskassans pengar virkar í sjálvdrátti, er lítið sømiligt, tá veruleikin sum omanfyri víst er ein heilt annar.

Játtanin til Boðanesheimið

Í svarinum til Sirið Stenberg upplýsir landsstýriskvinnan, at Boðanesheimið verður í fíggjarhøpi javnsett við hini røktarheimini í landinum.

Hetta er ikki so

Longu í 2012, tá stovnurin byrjaði, og alt 2013 hevur drúgt samskifti verið við bæði Almannaverk og Almannamálaráð um játtanina til Boðanesheimið, júst tí, at heiminum verður ikki játtað somu fígging sum onnur røktarheim fáa.

Landsstýriskvinnan vísir í svarinum til, at Boðanesheimið fær eina játtan, sum svarar til dagsprísin x tal av búfólki. Hetta er bert hálvi sannleikin. Boðanesheimið fær ikki tann hægra demensdagsprísin til demensdeildina, so sum aðrir stovnar við demensplássum fáa. Boðanesheimið fær heldur ikki játtan til dagtilhald, sum aðrir fáa.

At so er, fæst sjón fyri søgn í fylgiskjali 5 til lógarpakkan, sum løgtingið hevur fingið í sambandi við útleggingina av eldraøkinum til kommunurnar. Skjalið lýsir, hvussu ymisk normeringin (ársverk pr. búfólk) er á ymsu eldrabústovnunum. Har sambæriligir stovnar sum Eysturoyar røktar- og ellisheim og Lágargarður hava normering millum 1,01 og 1,09, so er normeringin hjá Boðanesheiminum niðri á 0,85.

Sagt á annan hátt, so skuldi Boðanesheimið havt millum 10 og 15 fleiri fulltíðarstørv fyri at koma upp á somu normering sum hinir báðir nevndu stovnar.

Og orsøkin til hetta er, at stovnarnir verða ikki fíggjariga javnsettir, so sum landsstýriskvinnan vil vera við.

Játtan bert til “vanligt virksemi”

Landsstýriskvinnan sigur víðari í svarinum til løgtingskvinnuna, at tá røktarheimið varð bygt, var tað í játtanini til heimið ikki lagt upp fyri, at virksemið á heiminum skuldi fevna um annað enn tað vanliga virksemi, t.e. játtan til føst búpláss. Tískil varð heldur ikki í rakstrinum fyri heimið lagt upp fyri eini meirjáttan til annað virksemi – sum í hesum sambandi má merkja eitt nú rehabilitering.

Av svarinum kann lesast, at tað má verða komið bæði landsstýriskvinnuni og øllum hennara embætisverki sera dátt við, at Boðanesheimið er bygt eisini til “annað virksemi” enn tað “vanliga virksemið”.

Veruleikin er, at Almannamálaráðið hevur verið beinleiðis partur í tilgongdini at byggja Boðanesheimið frá fyrsta degi. Tað varð nevniliga sett sum krav fyri stuðulsláninum frá landskassanum, at Almannamálaráðið skuldi hava umboð í bygginevndini.

Og hetta umboðið hjá Almannamálaráðnum – henni til rós – varð serstakliga aktivt serliga í mun til funktionellu krøvini, har stórur dentur skuldi leggjast á góðar umstøður júst til rehabilitering. Hesum tók Tórshavnar kommuna eisini fult undir við, hetta er alt í greiðum samsvari við allar fakligar tilráðingar.

Landsstýriskvinnan sjálv veit í øllum førum fullvæl, at Boðanesheimið er bygt til meira enn “vanligt virksemi”. Tá bygningurin stóð liðugur at taka í nýtslu í november 2012 hálovar hon júst møguleikarnar við “øðrum virksemi”. Í røðu síni til hátíðarhaldið segði hon m.a.:

Tað kann kanska ljóða løgið, men Boðanesheimið kann soleiðis gerast ein óbeinleiðis orsøk til at færri borgarar koma at fáa ein tørv á einum røktarheimsplássi. Og tað er júst hetta sum eg haldi eigur at vera politikkurin á eldraøkinum komandi árini. At leggja størri áherðslu á heilsufremjan og fyribyrging og at menna tey tilboð, sum geva borgaranum fyritreytirnar at fáa fleiri góð og virkin ár í heimliga umhvørvinum. Boðanesheimið kann eisini vera ein beinleiðis stuðul til at fremja hendan politikkin í verki. Við teimum umlættingarplássunum og tilboðunum um ergo- og fysioterapi, sum røktarheimið kemur at bjóða, verður til dømis møguligt at skipa endurmennandi tilboð til búfólk eins og heimabúgvandi.

At leggja størri áherðslu á heilsufremjan og fyribyrging og at menna tey tilboð, sum geva borgaranum fyritreytirnar at fáa fleiri góð og virkin ár í heimliga umhvørvinum. Boðanesheimið kann eisini vera ein beinleiðis stuðul til at fremja hendan politikkin í verki. Við teimum umlættingarplássunum og tilboðunum um ergo- og fysioterapi, sum røktarheimið kemur at bjóða, verður til dømis møguligt at skipa endurmennandi tilboð til búfólk eins og heimabúgvandi.

Hvar leyp so ketan av? Jú, hóast øll eru glað, ikki minst landsstýriskvinnan, um teir góðu rehabiliteringsmøguleikarnar á Boðanesheiminum, so rakk hetta ikki til at játta neyðugu fíggingina.

Og einki talar fyri, at nøkur fígging kemur, tó at tað bert er einar 2,0 mió árliga, sum talan er um fyri eina samdøgursrehabilitering fyri umleið 30 borgarar árliga og eitt dagtilhald fyri umleið 50 borgarum til reglugliga rehabilitering – umframt tær venjingar, sum tey fastbúgvandi fáa.

Fíggingin er ikki har!

Tí landsstýriskvinnan letur í svarinum til Sirið Stenberg ongan iva verða um, at játtaðir verða ikki pengar til endamálið.

Landsstýriskvinnan svarar nevniliga, at Boðanesheimið fær fulla játtan (vanligan dagsprís) fyri tey plássini, sum verða brúkt av borgarum, sum eru fevndir av endurmenningartilboðnum. Hon staðfestir, at tað er útgangsstøði og meting Almannamálaráðsins, at tað ber til at veita eina góða endurmenningartænastu fyri hesa játtan.

Tað, sum landsstýriskvinnan her í veruleikanum sigur, er, at rehabilitering og “annað virksemi” á Boðanesheiminum skal fíggjast av teim pengum, sum játtaðir eru til “vanligt virksemi”. Tað merkir, at neyðugt verður at skerja í vanligu røktini á tí stovninum í Føroyum, sum frammanundan hevur vánaligastu normeringina, so sum víst omanfyri.

Hetta er í fyrsta umfari røktarfakliga óforsvarligt. Fyri tað næsta, so er hetta als ikki í samsvari við tað, sum landsstýriskvinnan sjálv legði so alstóran dent á, tá sparikrøvini heglaðu niður yvir røktarheimini í fjør. Tá skuldi sparast, men bara ikki í røktini. Men nú er so tann broyting, at tá um rehabilitering ræður, tá er í lagi at spara í røktini.

Verri er, at landsstýriskvinnan harumframt upplýsir, at borgarin skal rinda 132 krónur um samdøgrið fyri tilboðið. Í mun til tilboðið á Boðanesheiminum hevði hetta givið umleið kr. 240.000 árliga. Tað er rætt, at borgarin skal rinda hetta gjaldið, tað er ásett í kunngerð um røktarheim § 18, stk. 4, undirskrivað av Anniku Olsen, landsstýriskvinnu.

Men landsstýriskvinnan tigur tó um tað týdningarmesta, nevniliga, at røktarheimið, í hesum føri Boðanesheimið, fær ikki hesar pengar til raksturin. Tvørturímóti, tí § 18, stk. 4 ásetir, at gjaldið fellir til – landið!

Jú, sanniliga. Nei, fíggingin er ikki har, Annika Olsen.

Sorgarsøgan

Landsstýriskvinnan má skilja, at rehabilitering er ikki nakað, ið kemur í staðin fyri røkt – hvørki í mun til starvsfólk ella fígging. Fysio- og ergoterapeutarnir, sum knýttir eru til rehabiliteringina, koma aftrat og skulu sjálvandi fíggjast. Hetta er tó pengar, sum uppá sikt vinna seg inn aftur í ríkiligt mát, tað vita øll.

Í svarinum til Sirið Stenberg ásannar landsstýriskvinnan fyri so vítt hetta. Hon ætlar at seta nógv í gongd á økinum, tó at hon samstundis vísir á, at hon ikki longur skal hava ábyrgdina, men kommunurnar, og dyrgir eftir, at hetta fer Tórshavnar kommuna sjálv at orna eftir 2015.

Hon vísir eisini til eitt yvirlit yvir verandi rehabiliteringsvirksemi. Har sæst, at meðan Almannaverkið veitir fleiri rehabiliteringstilboð úti um alt landið, hevur Almannaverkið at kalla einki virksemi í høvuðsstaðnum. Yvirlitið má tí pyntast við tí, sum Tórshavnar kommuna sjálv hevur sett í verk. Tað mátti givið landsstýriskvinnuni okkurt at hugsa um.

Royndarverkætlanin við samdøgursrehabilitering endaði 20. desember 2013 og nú er einki rehabiliteringstilboð á Boðanesheiminum. Verkætlanin royndist sera væl, so sum fjølmiðlar eisini greiddu frá fyri jól. Ein sonn sólskinssøga fyri øll, men sum nú er endað sum sorgarsøgan hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu.

At hon fer so jánkasliga um sannleikan í svarinum til løgtingið, bøtir ikki uppá støðuna.

Heðin Mortensen

borgarstjóri