Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almenn móttøka á Glasi

Dan Klein --- 04.08.2018 - 10:10

HÁTÍÐARHALD: Føroya størsta bygningsverkætlan nakrantíð er nú komin hartil, at dyrnar verða latnar upp fyri almenninginum at síggja hendan nýggja og snotuliga skúladepilin í høvuðsstaðnum. Hósdagin 9. august verður almenn móttøka á Glasi við undirhaldi og røðum, har møguleiki eisini verður at síggja nýggja miðnámsskúlan.

Um slakar tvær vikur flyta allir verandi og komandi miðnámsskúlanæmingar, sum eru og skulu undir útbúgving í Havn, í nýggja skúladepilin við Marknagil, Glasir.

Hósdagin 9. august verður snotuligi skúlabygningurin formliga avhendur, og síðani er klárt at flyta inn í nýggja bygningin.

Í hesum sambandi bjóðar Landsverk øllum áhugaðum til alment hátíðarhaldi úti á Glasi hendan dagin frá klokkan 15-18. Dyrnar lata upp hálvan tíma áðrenn.