Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almenn 1. mai café í Runavík

Tíðindaskriv:

Í kvøld kl. 19:30 skipar Eysturoyar Tjóðveldisfelag fyri almennari 1. mai café í felagshølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini á Heiðavegi í Saltangará.

Í 1889 varð á Aðru altjóða arbeiðararáðstevnuni avrátt, at júst 1. mai skuldi vera stríðsdagurin hjá verkamonnum og verkakvinnum um allan heim. Stríðið snúði seg um kor og rættindi hjá arbeiðarastættini, og krøvini vóru í størstan mun sett fram ímóti teimum sum áttu framleiðslutólini, - arbeiðsgevarunum.

Nú ríviliga stórthundrað ár eru liðin síðani, og samfelagsmenningin í flestu londum hevur verið fyri stórum broytingum, eisini á hesum mótinum, sum onkursvegna stendur uppi við upprunatýdninginum av stríðsdegi arbeiðaranna, fara tær báðar Marita Rasmussen og Eyðgunn Samuelsen at skifta orð um týdningin av hesum degi, 1. mai, í fortíð, samtíð og í framtíð.

Marita Rasmussen hevur verið stjóri í Vinnuhúsinum, har arbeiðsgevararnir hava savnað seg undir eini felagslon, í mong ár, og hevur verið nógv frammi í samfelagskjakinum og hevur ikki fýrt fyri at siga sína greiðu hugsan. Eyðgunn Samuelsen er magistari í samfelagsfrøði og søgu, og hartil hevur hon frá ungum árum verið virkin á politiska vinstraveinginum, og situr nú á tingi fyri Javnaðarflokkin. Í seinastu útgávuni av blaðnum “Kvinna” verður hon lýst sum reyð og rebelsk, - harvið skuldu tær báðar greitt umboða tvey ymisk sjónarmið við atliti til stríðsdag arbeiðaranna.

Felagssangur verður eisini á skránni, og trubadoururin Kári Sverrisson fer at spæla og syngja nakrar sangir á café´ini.

Øll eru hjartaliga vælkomin, líkamikið hvør politiski liturin annars skuldi verið, og ivaleyst fer tað at bera til at taka lut í einum kjaki, eftir at tær báðar Marita og Eyðgunn hava lagt síni sjónarmið fram á torg.