Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almannamálaráðið yvirtekur økið “Harðskapur í parlagi og nærsambondum”

Komandi árini verður tað Almannamálaráðið, sum skal mynda og standa fyri arbeiðinum at seta heildarætlanina “Harðskapur í parlagi og nærsambondum” í verk. Sostatt flytir økið úr Vinnumálaráðnum til Almannamálaráðið.

- Tað er eitt stórt framstig, at peningur er settur av til hetta týdningarmikla økið. Við heildarætlanini “Harðskapur í parlagi og nærsambondum” var eitt stórt stig tikið fyri at basa tí álvarsliga samfelagstrupulleika, sum harðskapur í parløgum er. Nú er týdningarmikið, at átøkini í heildarætlanini verða framd í verki og sum landsstýriskvinna í almannamálum fari eg at gera mítt til, at ljós verður varpað á hetta økið, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at verkætlanin verður nú víðkað til eisini at fevna um um kynsligan ágang móti børnum. Annika Olsen ásannar, at kynsligur ágangur móti børnum er ein stórur trupulleiki í Føroyum, sum áhaldandi ljós má varpast á.

- Føroyar hava fingið átalu frá ST fyri ikki at gera nóg nógv fyri at basa harðskapi móti børnum, tí vit millum annað ikki hava eina virkisætlan fyri harðskapsrakt børn. Tá ið tað kemur til harðskap í parlagi hava Føroyar bundið seg til CEDAW sáttmálan og hava skyldu til at seta tiltøk í verk til at basa hesum trupulleika. Sum politiskur myndugleiki eiga vit at geva eitt greitt tekin um, at hvørki harðskapur í parlagi ella móti børnum verður góðtikin, vísir Annika Olsen á.

Í næstum skal samskipari setast, sum skal seta í verk heildarætlanina “Harðskapur í parlagi og nærsambondum” í verk. Eisini skal samskiparin umsita átøk at fyribyrgja og steðga harðskapi í parlagi og nærsambondum. Umframt at seta í verk átøkini í heildarætlanini, skal samskipari eisini vera við til at menna eitt fyribyrgjandi umhvørvi.