Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almannalóggávan lagast til føroysk viðurskifti

Dan Klein --- 24.07.2018 - 08:43

Nýggja vælferðarlógin, sum nú er send til hoyringar, er eitt nýbrot í føroyskum sosialpolitikki.

Vælferðarlógin fevnir um nógvar ymiskar skipanir, sum so ella so røkka inn í flestu heim í Føroyum.

Umframt at veita stuðul, tænastur og fíggjarliga trygd, regulerar vælferðarlógin eisini grundleggjandi viðurskifti millum tað almenna og tann einstaka borgaran. Tænasturnar skulu veitast saman við borgaranum heldur enn fyri borgaran.

Vit fáa nú eina lóg, sum tekur støði í tí føroyska samfelagnum, og sum er á føroyskum. Hetta er eitt nýbrot í føroyskum sosialpolitikki, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum. Endamálið er at fáa eina lóg um vælferð, sum livir upp til tey krøv, sum nútíðarsamfelagið setir, og sum er lagað til føroysk viðurskifti, sigur landsstýriskvinnan. 

Borgarin skal frameftir takast við uppá ráð, og í størri mun vera við í tilgongdini, tá avgerðir verða tiknar, sum hava ávirkan á gerandisdagin.

Vælferðarlógin kemur í staðin fyri gomlu forsorgarlógina. Ein nýggj forsorgarlóg hevur verið í umbúna í nógv ár og forsorgarlógin hevur eisini verið á breddanum hjá skiftandi landsstýrum síðstu áratíggjuni.

Samgongan hevur sett sær sum mál, at vælferðarskipanin verður lagað til føroysk viðurskifti, so borgarin kann fáa bestu tænastuna. Forsorgarlógin, sum er ein hornasteinur í føroyskari vælferð og føroyskum sosialpolitikki, er upprunaliga ein donsk lóg frá 1960’unum, og hóast hon er dagførd og pjøssað upp á í fleiri umførum, er forsorgarlógin ikki í nóg stóran mun eitt hóskandi amboð í einum framkomnum føroyskum samfelag.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur tí lagt nógva orku í at fyrireika nýggju lóggávuna. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at ein lógarpakki, m.a. við nýggju vælferðarlógini, er sendur til hoyringar.

Hoyringarfreistin er 14. september, og ætlanin er at vælferðarlógin skal leggjast fyri Løgtingið seinni í ár.

Um lógarpakkan
Lógarpakkin, sum er sendur til hoyringar, er settur saman av:
Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (vælferðarlógin),
Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (tvingsilslógin),
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.,
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd,
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd.

Lógaruppskotini kunnu síggjast her: https://www.amr.fo/fo/kunning/uppskot-til-ummaelis/