Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Almannakunngerðið skattaviðurskiftini!

Tá eg var óviti fyri umleið seksti árum síðani, kundi eg – eins og øll onnur hyggja í skattalistan í handlinum (listin lá á diskinum) og har síggja inntøkur og skatt hjá tí einstaka, og tað var góðtikið uttan nakað vrøvl.

Listarnir eru burtur nú, helst tí skýmaskotskapitalistarnir eru vorðnir fleiri og teimum hóvar best myrkaspæl, ið gevur teimum nógvar fíggjarligar fyrimunir, eisini á tí skattliga umráðnum.

Fyri árum síðani fekk eg upplýst, at Taks hevði 10-tals ja, nærum 100 mill. kr. útistandandi av ymsum orsøkum, men síðan er har eisini vorðið myrkalagt. Strikað uttan nakað vrøvl???

Listarnir eru burtur nú, helst tí skýmaskotskapitalistarnir eru vorðnir fleiri, og teimum hóvar best myrkaspæl, ið gevur teimum nógvar fíggjarligar fyrimunir, eisini á tí skattliga umráðnum.

Fyri árum síðani fekk eg upplýst, at Taks hevði 10-tals ja, nærum 100 mill. kr. útistandandi av ymsum orsøkum, men síðan er har eisini vorðið myrkalagt. Óivað av reellum orsøkum, men eiga vit skattgjaldarar ikki at kunna ferðast i ljósinum? Tað er hóast alt, vit sum gjalda og eiga skattin í felag. Hartil kemur, at vit eisini skulu gjalda tað, sum onnur á ólógligan hátt sleppa sær undan.

Men – sum er – fáa vit einans loyvi til at spæla blindabukk, meðan skýmaskotskapitalistarnir flenna eftir okkum, meðan teir higstrandi framstama: Oh tykkara idiotar.

Og tað verða vit gjørdir til, líka so leingi skattamyrkaspælið er in á ovastu røkrunum, og vit lata 2 og 2 verða 5.** Vit eiga at krevja fullan skattaopinleika. Tey allarflestu av okkum hava onki at krógva og møguliga hevur opinleikin við sær, at færri halda fram við at snýta okkum og samfelagið.

Taks hevur at síggja til ivaleyst av arbeiðsmegi, tí teir m.a. senda 3 girokort til mín eftir írestandi skatti fyri 2013 áljóðandi kr. 426,- hvørt ella kr. 15,- um dagin, og at enda í fylgibrævinum skriva tey: Um írestandi skatturin ikki verður goldin rættstundis, verður renta roknað við 0,7% pr. mánaða, og gjaldið verður sent til innheintingar. Hvat skrivar Taks til teir stóru skattasnýtararnir i 10-túsund, 100 túsund og/ella millióntaklassanum???

Hevði ein brotpartur av orkuni, ið verður brúkt upp á teir smáu fiskarnar, verið brúktur upp á skýmaskotshajarnar, sum snýta herheima og goyma milliónir í skattaskjóli í Langtbortistan og øðrum fjartliggjandi skattaskjólstøðum, so høvdu skuffur og skáp verið á tremur, og tey ringast stillaðu fingið skattalætta.

Men í so máta sær ljótt út. Politiski myndugleikin hevur skyldu til og eigur at grípa inn. Ongantíð ov skjótt, og seta tingini upp á pláss. Fólkið fer við gleði at stuðla teimum.

Dagfinnur Danbjørg.