Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ALLUR SANTA FRANS SKÚLI Á RÁÐHÚSINUM

Í fleiri ár hevur Sankta Frans skúli ynskt, at framhaldsdeild skuldi vera ein partur av skúlatilboðnum, eins og tað er á øðrum stórum skúlum í Havn. 

Bæði umsiting og býráðslimir hava fingið áheitanir frá foreldraumboðum og skúlastýrinum og trýst varð lagt á politikkararnar fyri jól. Arbeiðast má skjótt, tí 1. februar verða tímarnir frá Mentamálaráðnum tillutaðir.

Næmingarnir í 7. flokki hava greitt skúlastýrinum frá, at tey ynskja at halda fram í Sankta Frans Skúla.

Í morgun varð so aftur ein roynd gjørd at ávirka politikkararnar, tá allur skúlin møtti upp uttanfyri Ráðhúsið, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, tóku ímóti.

Aftaná fór skúlastýrið á fund á skrivstovuni hjá borgarstjóranum, og málið kemur fyri á stjórnarfundi eftir henda fundin.