Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Allir sáttmálarnir við manningarfeløgini eru nú undirskrivaðir

RFF og Føroya Skipara- og Navigatørfelag undirskrivaðu semju í gjár, mánadagin. 

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip (RFF), og Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, undirskrivaðu í gjár semju um teir tríggjar sáttmálarnar millum feløgini. Talan er um ein yvirskipaðan sáttmála fyri handilsskip og tveir sersáttmálar fyri frálandaskip.
 
Við semjuni verða sáttmálarnir longdir til 1. mars 2019 við ávísum broytingum. Eftirlønin hækkar 1. mars 2017 til 9 % og aftur 1. mars 2018, tá hon verður 10 %. Tilsaman hækka løn og eftirløn við ávikavist 2,2 % fyrra árið og 2,3 % seinna árið. Hetta er sama hækking, sum feløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava fingið í hesi samráðingarrunduni, og sama hækking, sum Maskinmeistarafelagið og Fiskimannafelagið fingu í teirra semjum við RFF.
 
Við hesi semju eru nú semja um allar 9 sáttmálarnar, sum RFF hevur við manningarfeløgini. Maskinmeistarafelagið og RFF samdust 20. februar, Fiskimannafelagið og RFF samdust 10. mars og Føroya Skipara- og Navigatørfelag samdust 13. mars.
 
Allir sáttmálarnir ganga til 1. mars 2019.