Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Allir føroyingar fáa meira burtur úr nýskipan Sambandsfloksins

Um Løgtingið velur at samtykkja lógaruppskot Sambandsfloksins til nýskipan av fiskivinnuni, fara allir føroyingar at merkja ágóðan av stórum búskaparvøkstri, nógvum nýggjum arbeiðsplássum og vælferð á einum munandi hægri stigi enn í dag

Sambandsflokkurin hevur í dag, 19. mai 2017, lagt fram lógaruppskot um nýskipan av fiskivinnuni.

Flokkurin kom við einum gjøgnumarbeiddum nýskipanaruppskoti í november 2016, og nú er sjálvt lógaruppskotið um fiskivinnunýskipan lagt fyri Løgtingið.

Avgerandi munir
Fleiri avgerandi munir eru á lógaruppskoti Sambandsfloksins og útspælinum frá samgonguni. 

Vit vilja, at vinnan fær trygg rættindi, og at nýggj rættindi verða seld á uppboði. Nýggj rættindi eru nýggj fiskasløg, øking av rættindum upp um søguliga hámarkið seinastu 20 árini, eins og ógagnnýtt tilfeingi.

Í okkara uppskoti er tilfeingisgjaldið við til at veita trygd fyri fígging av keypi og goymslu, hetta fyri at stuðla undir vinnuliga menning og meirvirking av rávøruni.

Harumframt verður blandingsfiskiskapur skipaður við fiskidagaskipan, meðan umsitingin av fiskastovnunum annars tekur støði í eini kvotaskipan.

Virðisøking avgerandi fyri føroyingar
Mest umráðandi tátturin í allari nýskipanini av fiskivinnuni er virðisøking. 

Eitt er, at fyritøkur skulu hava mesta frælsið til at leggja sítt virksemi til rættis og skapa avlop og framburð. Annað er, at virðisøkingin skal koma øllum borgarum til góðar: samfelagskøkan til allar føroyingar skal vaksa!

Betri marknaðaratgongd til ES
Fortreytin er, at atgongdin til ES-marknaðin við uml. 500 milliónum brúkarum gerst heilt munandi betri enn í dag. Verandi tollforðingar mugu takast burtur, og Føroyar skulu útflyta virðismiklar matvørur heldur enn rávøru, ið gevur minni úrtøku.

Sambandsflokkurin hevur trýst á landsstýrið til at byrja veruligar samráðingar við Europasamveldið um at fáa frían handil í lag – tó uttan at Føroyar skulu missa ræði á sínum fiskiríkidømi ella fiskivinnupolitikki.

Sera umráðandi er at fáa fríari handil við ES, og júst hetta grundarlag má vera upp á pláss, tá ið ætlaða fiskivinnunýskipanin verður sett í verk 1. januar 2018.

Verða sakligar og dugnasamar samráðingar, kann úrslitið gerast, at Føroyar kunnu tvífalda sítt útflutningsvirði, sum í dag er uml. átta milliardir krónur.

Betri vælferð til øll
Eitt tvífalda útflutningsvirði skal, sum nevnt frammanfyri, koma øllum føroyingum til góðar. Umframt at gjalda niður skuld, vil Sambandsflokkurin betra munandi um vælferðina í Føroyum við nýggjum inntøkum.

Hetta ber í sær, at heilsuverkið skal styrkjast heilt munandi. Tænastur til eldri borgarar, sum mangastaðni eru ov veikar, skulu útbyggjast. Útbúgvingarøkið skal uppraðfestast og gerast altjóða, og veikastu bólkarnir í samfelagnum skulu hava álit á, at sterkar hendur hjálpa, tá ið brúk er fyri tí.

Avgerandi fyri framtíðina
Flestu munnu duga at síggja, at nýskipanaruppskot Sambandsfloksins hevur fleiri fyrimunir og er ikki so víðgongt sum tað, ið samgongan ætlar at trýsta ígjøgnum Løgtingið við minst møguligum meiriluta.

Við uppskoti Sambandsfloksins fær vinnan góðar karmar at virka undir, og samstundis fáa allir borgarar sín rímiliga part av samfelagskøkuni, ið fer at vaksa í stórum.

Les meira: Uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av tilfeingi úr sjónum

Sambandsflokkurin
Bárður S. Nielsen, formaður