Allar royndir negativar
Hetta er fyrsta árið at føroysk dopingeftirlitsfólk sjálvstøðugt hava staðið fyri dopingroyndum í Føroyum.
32 royndir eru tiknar í hesum ítróttagreinum:
Fótbólti, kappróður, innirógving, hondbólti, svimjing, boksing, fimleiki og judo.
Dopingeftirlitsfólkini hava verið í Klaksvík, Runavík, Norðagøtu, Tórshavn, Vestmanna, Sandavági og í Vági.
Allar royndirnar vóru negativar.
- Hetta fyrsta árið hevur gingið væl. Dopingeftirlitsfólkini hava fingið sínar royndir og hava tey samstundis verið væl móttikin, verður sagt úr Antidoping Føroyum.
Nakrar venjingarmiðstøðir gjørt avtalu
Dopingeftirlitsfólk hava fyri stuttum verið í Danmark og kunnað seg meira um arbeiðið hjá Antidopingdanmark, tá tað fevnir um venjingarmiðstøðir. Vitjað var á ymiskum venjingarmiðstøðum í Keypmannahavn og vóru dopingeftirlitsfólkini eisini kunnaði um mannagongdir og annað.
Átta venjingarmiðstøðir í Føroyum hava eisini gjørt samstarvsavtalu við Antidoping Danmark/Føroyar. Tær eru: Vælvera í Tórshavn, Vælvera í Saltangangará, Vælvera í Vági, Vælvera í Vestmanna, Tvørmegi í Tórshavn, Fullpower í Klaksvík, Fullpower í Runavík og Íðka í Klaksvík.