Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Allar ognir á einum stað

Ætlar tú at keypa nýtt grundstykki við Karlamagnusarbreyt í Hoyvíkini? Ella eini eldri hús í miðbýnum? Tórshavnar kommuna bjóðar nú øllum eina nýggja tænastu, har til ber at síggja allar fastognir í kommununi, sum eru til sølu.

Fyri fyrstu ferð er nú gjørligt at síggja eitt samlað yvirlit yvir fastognir til sølu í Tórshavnar kommunu. Á torshavn.her.fo ber til at síggja yvirlitið, sum verður dagført hvønn dag. Talan er um allar fastognir, sum eru til sølu í Tórshavnar kommunu, savnaðar á einum korti.

Tá tú hyggur nærri at kortinum, koma myndir av sethúsum, íbúðum og grundøkjum fram. Samstundis ber til at fáa fleiri upplýsingar um einstøku ognirnar.

Á síðuni er eisini ein listi, har ognirnar verða vístar í raðfylgju, so tær við nýggjastu upplýsingunum, hægsta ella lægsta prísinum altíð eru ovast. Somuleiðis er eisini beinleiðis slóð til seljaran.

Borgarstjórin fegnast um, at tað nú verður einfaldari at fáa eitt samlað yvirlit yvir ognir til sølu í Tórshavnar kommunu.

- Fólk flyta í kommununa á hvørjum degi. Tað fegnast vit um, tí tað vísir, at her er gott at vera, og at Tórshavnar kommuna er virkin og vakin. At tað nú er vorðið einfaldari hjá keyparum at síggja, hvar í kommununi ognir eru til sølu, er bara gott, tí áhugin fyri bæði sethúsum, grundstykkjum og íbúðum er stórur, sigur Heðin Mortensen.

Er ein ávísur keypari til dømis bara áhugaður í eini íbúð í Havnini, ber til at fjala allar aðrar ognir soleiðis, at bara ognir við serligum áhuga verða sýndar.

Ynskir ein keypari alsamt at fylgja við marknaðinum, vísir skipanin sjálvvirkin allar broytingar seinastu vikuna.

Øll, sum nýta tænastuna á snildfonini ella teldlinum, síggja á kortinum, hvar tey eru stødd í mun til ognirnar.

Til ber eisini at vitja nýggju tænastuna á framsíðuni á www.torshavn.fo.

Føroyska fyritøkan, Munin, hevur ment skipanina.