Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Allar kommunur í Føroyum savnaðar í eitt kommunufelag

Fríggjadagin 13 . desember 2013 savnast borgarstjórarnir í øllum 30 kommunum landsins í Tórshavn til stovnandi aðalfund av einum kommunufelag.

Tær 30 kommunurnar hava higartil verið savnaðar í tveimum ymiskum felagsskapum, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag.

Í Kommunusamskipan Føroya hava 9 av teimum størru kommunum verið limir, umboðandi beint undir 80 % av fólkatalinum, ímeðan heilar 21 kommunurnar hava verið limir í Føroya Kommunufelag.

Seinastu nógvu árini hava fleiri royndir verið gjørdar at leggja tey bæði komunufeløgini saman, men ikki fyrr enn tú tykist verða breið undirtøka fyri at leggja feløgini saman í eitt felag, umboðandi tær 30 føroysku kommunurnar.

Samstundis verða tey bæði feløgini, Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Barnaverndarstova Føroya lagdar undir Samanlagda felagið, sum sjálvstøðugar eindir.

Stovnandi aðalfundurin verður hildin fríggjadagin 13. desember. kl. 11.00 á Hotel Hafnia.