Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

- Eg vóni og vænti framvegis, at støðan mýkist so frægt, at vit aftur kunnu seta okkum við samráðingarborðið og finna eina semju. Tað hevði tænt samfelagnum best, sigur Maud Wang Hansen.

Álitisfólk og nevnd fundast um støðuna

Sáttmálaloysi er og onki samband millum partarnar, men forkvinnan í Pedagogfelagnum undirstrikar, at ongi stríðsstig enn eru umhugsað. Fundur verður við álitisfólkini týsdagin.

Skrivað hevur: Ingolf S. Olsen

Tað harmar Maud Wang Hansen, forkvinnu í Føroya Pedagogfelag, at onkur miðil er komin til ta niðurstøðu, at næsta stigið hjá felagnum í sáttmálatrætuni við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er, at nevndin fer at umrøða og taka støðu til eitt møguligt verkfall.

Stutt fyri jól kastaðu semingsmenninir frá sær, tí teir ikki longur hildu vónir vera um nakra semingsloysn. Tískil er støðan nú tann, at tað er sáttmálaloysi, og báðir partar kunnu lýsa ávikavist verkfall ella verkbann.

”Men hóast støðan tykist fastlæst, so hava vit ikki tikið avgerð um at fremja nøkur stríðsstig. Nevnd og álitsfólk hittast á felagsfundi á Hotel Hafnia týsdagin kl.14.30, og tá fara vit so at umrøða teir møguleikar, ið eru. Støða verður ikki tikin til at lýsa eitt møguligt verkfall, fyrr enn vit hava umrøtt hetta við álitisfólkini. Eg vóni og vænti framvegis, at støðan mýkist so frægt, at vit aftur kunnu seta okkum við samráðingarborðið og finna eina semju. Tað hevði tænt samfelagnum best”, sigur Maud Wang Hansen.

Fyrsti fundurin hjá Føroya Pedagogfelag við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um nýggjar sáttmálar var 28. august. Sáttmálarnir fóru úr gildi 1. oktober. 4. desember varð Semingsstovnurin boðsendur, men um kvøldið 19. desember góvu semingsmenninir skarvin yvir. Síðani hevur onki samband verið millum partarnar.

Tá sáttmálaloysi er, men hvørki verkfall ella verkbann er lýst, verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum. Tá nýggir sáttmálar so einaferð verða undirskrivaðar, verða lønir og onnur sáttmálaregulerað gjøld eftirregulerað við virknaði frá 1. oktober 2013, tá gomlu sáttmálarnir formliga fóru úr gildi.

Kelda: www.pedagogfelag.fo