Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álit viðvíkjandi klagu um manglandi rættartrygd hjá nýføddum barni

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um viðgerðina hjá eini barnaverndartænastu av einum máli, har ein kvinna, sum var við barn, hevði gjørt avtalu við eini hjún, sum búðu uttanlands, um, at tey skuldu fáa barn hennara við føðing og seinni ættleiða barnið. 

Barnaverndartænastan metti ikki, at talan var um eitt barnaverndarmál og lokaði málið uttan at hava vissað sær, at barnið livdi undir góðum og skipaðum viðurskiftum á góðkendum staði, og at onkur var, sum lógliga kundi taka umsorganarligar avgerðir vegna barnið. 

Umboðsmaðurin gav barnaverndartænastuni eina álvarsliga átalu fyri handfaringina av málinum. Umboðsmaðurin metti tað vera eitt lýti í Barnaverndarlógini, at ongar ásetingar vóru um privata døgnrøkt og heitti tí á landsstýriskvinnuna í almannamálum um at umhugsa broyting í lógini. (LUM 15/00067)

Ein samandráttur av álitinum kann lesast her: http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=bseku&lang=fo_fo&url=http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f15-00067-39-Samandrattur-av-alit.pdf&referer=http://www.lum.fo/Default.aspx?ID=9746&PID=31386&NewsID=5755&Action=1