Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álit viðvíkjandi klagu um brot á innlitslógina og notatskylduna

Dan Klein --- 02.11.2017 - 10:43

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, hvørt Tórshavnar kommuna hevur hildið innlitslógina í sambandi við avgerðina at flyta starvsfólk úr Steinatúni vegna asbest í bygninginum. Tá klagarin bað um innlit í málið, hevði kommunan eingi skjøl um avgerðina at flyta starvsfólki.

Heldur ikki var nakað notat í málinum um standin av bygninginum, tá hann varð keyptur.

Umboðsmaðurin staðfesti, at ein flyting av starvsfólki ikki er ein avgerð í vanligum týdningi, men heldur veruligt fyrisitingarvirksemi, sum ikki er fevnt av notatskylduni í innlitslógini § 6. Hóast hetta helt umboðsmaðurin, at kommunan eftir góðum fyrisitingarligum siði átti at skrivað upp øll týðandi stig í málinum. 

Umboðsmaðurin gav kommununi eina átalu fyri at lata 13 dagar ganga, áðrenn hon staðfesti, at eingi skjøl vóru í málinum. Umboðsmaðurin heitti samstundis á kommununa um at minnast til at skriva upp allar tær upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri, at býráðið kann taka eina avgerð á fullgóðum grundarlagi. 

(LUM 17/00054)
Álitið kann lesast her: http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f17-00054+alit+anonym.pdf