
Álit viðv. klagu um sýtan av innliti í partaeigarasáttmála viðv. Smyril Line
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um, at Vinnumálaráðið hevði sýtt Kringvarpi Føroya innlit í ein partaeigarasáttmála viðv. Smyril Line.Grundgevingin hjá Vinnumálaráðnum var, at tað hevði stóran fíggjarligan týdning fyri íleggjararnar, at innlitsáheitanin ikki varð gingin á møti.
Umboðsmaðurin metti ikki, at Vinnumálaráðið hevði gjørt eina ítøkiliga meting av vandanum fyri fíggjarligum missi, eins og Vinnumálaráðið heldur ikki hevði viðgjørt, um innlit kundi sýtast í allar upplýsingarnar í partaeigarasáttmálanum.
Umboðsmaðurin bað Vinnumálaráðið um at viðgera málið av nýggjum og lata seg frætta aftur.
Vinnumálaráðið hevur boðað umboðsmanninum frá, at ráðið tekur málið upp til nýggja viðgerð (LUM 15/00076).