Álit viðv. klagu um drúgva málsviðgerðartíð hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum av áheitan um innlit
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um handfaringina hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum av eini áheitan um innlit.
Hóast klagarin fleiri ferðir minti á málið, hendi onki fyrrenn klagarin hevði sent eina klagu til umboðsmannin. Hetta var nærum 7 vikur eftir, at innlitsáheitanin varð send Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Umboðsmaðurin metti ikki umberandi orsøkir vera fyri, at tað tók stovninum nærum 7 vikur at avgreiða áheitanina um innlit, og gav Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eina átalu fyri handfaringina av málinum. (LUM 18/00052)