Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álit um lønir til landsstýrisfólk er handað løgmanni

Løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2003 ásetur, at løgmaður hvørt valskeið skal tilnevna uttanveltaða nevnd at gera tilmæli um samsýningar og eftirløn til landsstýrisfólk v.m.

Nevndin telur trý fólk. Ein av limunum skal vera løgfrøðingur, ein skal vera kønur í lønarmálum, og ein skal vera roknskaparkønur.

Fyri at tryggja eina óhefta nevnd heitti løgmaður á føroysku limirnar í dómaratilnevningarnevndina um at tilmæla hvørjir skuldu veljast í nevndina.

Í mai vóru vald í nevndina:

Maria á Dul, deildarstjóri innan starvsfólkaviðurskifti, Jóhan J. Lamhague, advokatur og Mirjam Haraldsen, statsaut. revisor.

Nevndin var liðug við sítt tilmæli fyri jól, og álitið varð handa løgmanni í morgun.

Sí álit við tilmæli um samsýning og eftirløn landsstýrismanna við at trýsta á linkin niðanfyri:

http://www.tinganes.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2ffragreidingar%2fAlit+vi%26eth%3b+tilmaeli+um+samsyning+og+eftirlon+landsstyrismanna.pdf