Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aliráðstevnan verður 28. februar 2020

Set kross í kalendaran fríggjadagin 28. februar 2020, tá Aliráðstevnan verður hildin á Hotel Føroyum.
 
Á árligu Aliráðstevnuni hittast fólk í alivinnuni og fólk við tilknýti til alivinnuna fyri at netverka og fáa íblástur og nýggja vitan. Eins og undanfarin ár verða framløgur um gongdina í føroyskum havbúnaði, og framløgur um ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri havbúnaðin. Í fjør luttóku uml. 350 fólk til Aliráðstevnuna, og tá er fullsett.
 
Latið verður upp fyri tilmelding til ráðstevnuna mánadagin 27. januar 2020 á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
 
Tað er Havbúnaðarfelagið, sum fyriskipar ráðstevnuna.