Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aliráðstevnan setur ljóskastaran á toknusjúku

Havbúnaðarfelagið hevur bjóðað írskum djóralækna til Føroya at greiða frá um serliga toknusjúku, ið hevur elvt til stórt felli í alibrúkum í Írlandi og Skotlandi. Sjúkan er eisini staðfest í Noregi.

Havbúnaðarfelagið hevur hesuferð valt at seta ljóskastaran á eina serliga toknusjúku, ið hevur gjørt nógv um seg í Stóra Bretlandi og Írlandi seinastu tíðina. Talan er um sjúkuna AGD (ameobic gill disease), sum er ein amøba, ið setur seg í toknurnar á laksi. Hetta ger, at laksurin at enda ikki fær anda og doyr.

Alarar í Skotlandi og Írlandi hava havt stórar trupulleikar við hesi sjúku, og fellið hevur verið sera stórt í summum alibrúkum. Sjúkan er staðfest í Noregi, men har hevur hon ikki elvt til serliga stórt felli. Veterineru myndugleikarnir í Noregi hava sett í verk yvirvøku av hesi sjúku, soleiðis at alarar og myndugleikar kunnu fáa eina betri mynd av støðuni í Noregi.

Ásannandi at slíkar sjúkur kunnu finna vegin til Føroya, hevur Havbúnaðarfelagið bjóðað írska djóralæknanum, Hamish Rodger, á Aliráðstevnuna at greiða frá um hesa sjúku. Hamish Rodger hevur arbeitt nógv fyri alivinnuna í Stóra Bretlandi og Írlandi. Harumframt er hann eisini ráðgevi hjá norskum myndugleikum í samband við yvirvøku av hesi sjúku.

Vónandi verður henda sjúka ongantíð staðfest í Føroyum, men tað er umráðandi, at starvsfólkini í vinnuni eru fyrireikað upp á slíkar støður. Tí hevur Havbúnaðarfelagið valt at seta hetta evnið á breddan á Aliráðstevnuni, sum verður 22. februar á Hotel Føroyum.