Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Alex Bærendsen

- Er farin “har, ið rósur følna ei”

Eg kenni Alex fyri meira sjálvan boðskapin – heldur enn at hann vildi seta sína frálíku rødd í hægstu røð.

Tað er ongin loyna, at Alex vildi hava boðskapin um sín Harra og Frelsara út til fólkið, tí vit standa eftir við perlum, sum hava fest seg í so mong hjørtu.

Onkur hevur so havt uppi, at hann hesi seinnu árini ikki var so aktivur innan tað andaliga, men Alex hevur eisini havt sítt at dragast við, sum vit øll kenna til í dagliga lívinum.
Tað liggur so ómetaliga nógv eftir Alex, sum vit saktans kunnu taka fram og leggja oyrini til.

Røddin
Tá eg fyrstu ferð hoyrdi Alex, fekk eg eina góða kenslu av ein djúpari avvigaðari rødd, sum avspeglaði persónligheitina, sum onkursvegna boraði seg inn í okkum, sum fingust við tónleik í sjeyti- og áttatiárunum.

Tad er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at røddin var millum tær allarbestu innan countrysjangruna, tí ikki bara hevði hann røddina, men júst hesin viljin um hava ein boðskap, gav øllum eina djúpa tekstliga og musikalska dýpd.

Konsertirnar og tónleikalívið
Eg minnist serliga eina konsert í Læraraskúlahøllini í 1980, har Alex fekk lov til at leggja alla orku í, sum onkursvegna rørdi ein.

Sum sagt, var tað ikki tað fremsta fyri Alex, at hann skuldi standa fremst, so onkuntíð kundi tað kanska vera eitt sindur ov nógv av tí, at hann ikki kundi og vildi, men soleiðis var Alex, og tað hevur sanniliga ikki sett  hann eitt hakk lægri, enn hann var!

Hann var eisini onkuntíð partur av tónleikalívinum hjá M.C. Restorff og Nicodemussangbólkinum, har hann eisini fekk lov til at verða partur av tí, sum vit kenna serliga úr 80´unum og tær góðu konsertirnar, har fleiri av okkum eisini sluppu at royna okkum.

Einaferð segði Alex við meg: “Nú er tað ikki so nógv okur longur..” og hugsaði hann um væl syngjandi dóttrina Kristinu, sum sanniliga ikki er so fámælt sum Alex var, tí einaferð tey bæði vóru í KVF, sigur Kristina einastaðni í samrøðuni: “Sig okkurt babba...”

Ongin ivi er um, at Kristina og Kári høvdu serlig bond til pápan, sum vit onnur eisini høvdu.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=TmnBDmI977Q&list=RDTmnBDmI977Q&start_radio=1]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=uvOnK6Oo2sY]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=DfIvJJnfqQU]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=3rGrQZGuyPs]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=PeyMMl14Xpc&list=RDEMz__AlvHgIo5fCQmXJxu3aw&start_radio=1]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=GgWMU-uScTk]


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=WLKUYepw4po&index=2&list=PL-I_-UIKyBrLhIcJqanUdZtEQgHyYnrok]