Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Áleggur ikki Posta at stuðla miðlunum

Mín greiða fatan er, at skulu miðlarnir stuðlast áliggur hetta ikki Posta, men má fáast til vega umvegis fíggjarlógina, sigur landsstýrismaðurin í Vinnumálum, Poul Michelsen, í svari sínum til Kára P. Højgaard úr Sjálvstýri. 

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður hevur sett munnligur fyrispurningur um einskiljing av Postverki Føroya, til Poul Michelsen landstýrismanni í vinnumálum.

Á IN.fo er Rigmor Dam, landsstýrismaður, tann 1. mars 2017 endurgivin fyri at siga:
 
1. at Posta skal avtakast og gerast til ein almennan stovn,
2. at hækkanin av kostnaðinum fyri blaðútberan fer avstað við øllum miðlastuðlinum
3. at hetta ikki er í samsvari við samgonguskjalið.
 
Fyrispurningurin er soljóðandi:
Hvørji ítøkilig stig fer landsstýrismaðurin í vinnumálum at taka í hesum máli, og kann væntast, at samgongan fer at taka undir við hesum?
 
Viðmerkingar
Posta hevur fráboðað, at kostnaðurin fyri útbering av bløðum hækkar. Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at veita privatu miðlum miðlastuðlum.

Umstøðurnar hjá bløðunum eru fíggjarliga sera teprar og lítið skal til, fyri at hesin týðandi táttur í demokratiska samfelagnum fer fyri skeyti og má snara lykilin um.

Hóast landstýriskvinnan í mentamálum ikki hevur Posta sum málsøki, hevði hon eina greiða meining um, at Posta skuldi avtakast sum partafelag og endurstovnað sum almennur stovnur. Í greinini á IN. FO segði hon, at málið fór at verða tikið upp í landsstýrinum.

Tá landsstýrisfólk alment koma út við so greiðum fráboðanum, má hetta takast í álvara og ivaleyst kenna starvsfólkini á Posta ivasemi og ótta, nú ótryggleiki enn einaferð er reistur um framtíðar virksemi hjá almenna partafelagnum.

Svari frá Poul Mikkelsen, landsstýrismanni er hjálagt:

-----------

Svar

Til nr. 1
Eg havi sambært málsøkjabýtinum fyrisitingarheimildirnar viðvíkjandi lóggávuni um postvirksemi, og heimildir landsstýrisins mótvegis P/f Postverk Føroya eru undir mínum umsitingarøki. P/f Postverk Føroya skal rekast á handilsligum grundarlagi, men felagið hevur veitingarskyldu viðvíkjandi postflutningi av adresseraðum brøvum, pakkum, bløðum o.ø. At hava veitingarskyldu er ikki tað sama sum, at tænasturnar skulu veitast við búskapligum halli. 

Sambært frágreiðing eg havi móttikið frá Posta rinda inntøkurnar frá blaðútbering ikki fyri útreiðslurnar av hesum virksemi. Prísurin, sum Posta hevur ásett fyri blaðútbering, er ásettur aftaná samskifti við Posteftirlitið. 

Mín greiða fatan er, at skulu miðlarnir stuðlast áliggur hetta ikki Posta, men má fáast til vega umvegis fíggjarlógina. 

Til nr. 2
Eg havi onga ætlan um at skipa P/f Postverk Føroya til almennan stovn aftur. Hinvegin eri eg sannførdur um, at Posta í dag rekur flutningsvirksemi, sum er meira grundað á privata vinnu enn eina almenna tænastuveiting. Útbering av brøvum og smærri pakkum fevnir bert um umleið ein triðing av samlaða virkseminum hjá Posta. 

Felagsformurin hjá Posta eigur heldur at laga seg eftir hesum veruleika. At tryggja veitingarskylduna í eini møguligari umskipan er ongin trupulleiki. 

Um samgongan tekur undir við eini møguligari umskipan, ber bert til at svara uppá, tá hesin spurningur verður settur samgonguni.  

Vinnumálaráðið 31. mars 2017

Poul Michelsen
landsstýrismaður