Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aldur laksur økir um vandan fyri diabetis og ovurfita

Mýs, ið fingu kost við aldum laksi, høvdu tvífalt so stóran vanda fyri ovurfita og diabetis 2.

Granskarar gjørdust ovfarnir, tá teir kannaðu, um tað minkar um vandan at fáa diabetis, tá tú etur aldan laks frá handlinum. Kanningin varð gjørd við músum.

– Vit vóru spent at vita, um laksur kundi minka um gongdina av ovurfita og diabetis. Men okkara kanningar vísti tað øvuta, sigur Jérôme Ruzzin, granskari á Institutt for biologi á Universitetinum í Bergen.

Kanningarnar staðfestu, at allar mýs, ið vórðu fóðraðar við aldum laksi blivu ovurfeitar og fingu diabetis.

Harumframt vístu kanningarnar, at mýsnar høvdu tvífaldaðan vanda at blíva ovurfeitar og fáa diabetis 2 enn mýs, ið fingu kontrollfóður ella fitiríkan kost.

Øktur vandi

Triði bólkurin av músum fingu ein fjøllbroyttan kost, ið samvarar við miðalkostin hjá menniskjum í vesturheiminum. Hesin bólkur hevði 30 prosent størri vanda at gerast ovurfeit og fáa diabetis.

– Vanligt laksafóður inniheldur millum annað óviðgjørda fiskaolju, ið inniheldur umhvørviseitur. Vit vita nú, at hesi umhvørviseitrini kunnu viðføra ovurfita og diabetis, sigur Jérôme Ruzzin.

Kanninging er útgivin í tíðarritinum PLoS ONE.

Langtíðar skaðar

Ovurfiti og diabetis 2 eru millum størstu heilsutrupulleikarnar kring allan heim og tilburðirnir av ovurfita og diabetis 2 økjast á hvørjum ári.

Kanningar, ið áður eru gjørdar í USA, Finnlandi, Svøríki og Asia hava víst, at ovurfiti og diabetis lutfallsliga økist so hvørt fólk koma í samband við evnir og umhvørviseitur.

Eitrið, ið er í fiskaoljuni, er eitt sokallað áhaldandi lívrunnið umhvørviseitur (PoP). PCB, dioxidir og bromeraðir flammutálmarir hoyra eisini til hendan bólkin av eitrum.

– Sjálvt í smáum nøgdum kunnu hesar umhvørviseitranir elva til langtíðar og óhepnar ávirkanir á hormonskipanina, sigur Jérôme Ruzzin.

Ókend orsøk

Loysnin er, at alingin brúkar fóður uttan umhvørviseitran. Fleiri tekniskar loysnir eru at viðgera og taka burtur umhvørviseitran, lýsi er eitt dømi uppá viðgjørda fiskaolju.

– Tað hevði verið áhugavert at kannað laks, ið ikki inniheldur umhvørviseitran, sigur Jérôme Ruzzin..

Granskararnir vita í dag ikki orsøkina til, hví umhvørviseitran viðførur diabetis og ovurfita.

– Framyvir fara vit at kanna sambandið millum umhvørviseitran, ovurfita og diabetis, sigur Jérôme Ruzzin, granskari á Institutt for biologi á Universitetinum í Bergen.

Kelda: Forskning.no