Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aldur fiskur kann metta heimin

Aldur fiskur fer væntandi at veita nærum tveir triðingar av heimsins matfiski í 2030. Tað sigur ein nýggj frágreiðing frá Heimsbankanum, nevnd “Fish to 2030”, sum viðgerð útlitini fyri fiskiskap og aling komandi árini.

Frágreiðingin sigur, at ein vaksandi miðalklassi í øllum heiminum (serliga í Kina) er ein orsøk til væntaða vøksturin í eftirspurningi eftir mati úr sjónum komandi árini. Asia er tann heimsparturin, sum væntandi fer at keypa mest fisk, og asiatar fara sambært frágreiðingini at keypa umleið 70 prosent av heimsframleiðsluni av fiski til matna í 2030. Eisini afrikanarar fara væntandi at keypa munandi meira fisk komandi árini, samstundis sum miðalklassin væntandi fer at vaksa í Afrika.

Fólkatalið í heiminum fer væntandi at vaksa til 9 milliardir fólk í 2050, og aldur fiskur kann tí gerast eitt týðandi íkast til heimsins matvørutrygd og búskaparvøkstur, um alingin fer fram á einum burðardyggum og ábygdarfullum grundarlagi, sigur Árni M. Mathiesen, varastjóri í fiski- og alivinnudeildini hjá ST-felagsskapinum FAO (Food and Agriculture Organization).

Joergen Voegele, stjóri á deildini fyri landbúnað og umhvørvi í heimsbankanum, leggur tó dent á, at økta alingin má fara fram á burðardyggum grundarlagi. Framleiðslan av aldum fiski er økt nógv seinastu árini og hevur gjørt fisk til eina atkomiliga vøru hjá einum breiðum skara av fólki. At veita fisk til matna á einum burðardyggum og ábyrgdarfullum grundarlagi er tó ein stór avbjóðing, sigur Juergen Voegele.

Frágreiðingin vísir, at framleiðslan av alifiski er økt sera nógv seinastu 30 árini. Í 1984 komu bert 6 prosent av heimsins matfiski frá aldum fiski, meðan aldur fiskur í dag stendur fyri nærum helminginum av framleiðsluni av fiski til matna. Í miðal hevur vøksturin í framleiðsluni av aldum fiski verið millum 6 og 12 prosent seinastu 30 árini. Hinvegin fer fiskiskapurin eftir fiski til matna væntandi at standa í stað.

Heimsbankin, FAO og IFPRI (International Food Policy Research Institute) hava skrivað frágreiðingina.

Frágreiðingin kann lesast her: http://www.fao.org/docrep/019/i3640e/i3640e.pdf