Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Alarmerandi Avrikslisti

Í undanfarnu viku boðaði samgongan frá forkunnugum tíðindafundi. Ein avrikslisti skuldi avdúkast.

Tað undarliga var, at listin fyrst og fremst vísti á alt tað, ið samgongan ikki hevði gjørt. Nøkur landsstýrisfólk høvdu enntá ongi avrik at vísa á – sambært listanum. Tað mest harmiliga var tó, at listin var villleiðandi og als ikki lýsti ovurstóru avleiðingarnar av tí, ið samgongan hevur framt seinasta árið. Tí hóast stutta tíðarskeiðið so eru avleiðingarnar av førda politikkinum alarmerandi.

Undirgravað landsskattainntøkurnar við yvir 300 mió. kr.

Flatskattalættin hevur bara higartil í ár minka landsskattin við 250 mió. kr. Hetta hóast ávísan lønarvøkstur, sum nærum altíð er. Hevði skattaskipanin verið tann sama sum í fjør, vóru landsskattainntøkurnar um 310 mió. kr. fleiri bara higartil í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tá árið verður liðugt er veruligi kostnaðurin av flatskattalættanum væntandi um 340 mió. kr. Hetta er alt annað er ábyrgdarfullur politikkur. Tí verða skattalættar latnir, skulu nýggjar inntøkur sjálvandi setast í staðin fyri tær inntøkur, ið verða tiknar burtur. Tað hevur samgongan ikki tryggjað. Alarmerandi avrik.

Brenna av framtíðar pensjónsskattainntøkur

Í staðin hevur samgongan valt at framskunda framtíðar pensjónsskattainntøkur. Komandi pensjónistar skulu sostatt ongan skatt rinda. Skatturin verður rindaður nú, og brúktur nú. Tá vit samstundis fara úr 4 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist, niður í 3 longu í 2020 og 2 á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist í 2040, so verða ómetaliga fá at rinda skatt og nógv, ið skulu móttaka vælferðartænastur. Hetta kemur at merkja, at pensjónistar koma at rinda dupultan skatt og/ella høg brúkaragjøld seinni.

Samgongan velur at brúka hesar pengar nú, uttan at fyrihalda seg til, at peningurin kemur at mangla seinni. Um 210 mió. kr. í framskundaðum pensjónsskatti verða brúktar bert í 2012. Talan er samstundis um minst 100 mió. kr. minni enn mistu landsskattainntøkurnar.

Alarmerandi avrik.

Skapt søguliga stóran ójavna millum láglønt og hálønt

Við broytingini í pensjónsskattingini, varð farið úr 35% upp í 40% skatt av kapitalpensjónum, samstundis sum luta- og lívrentupensjónir fóru frá at verða skattaðar sum A-inntøka til at verða skattaðar við 40% frá fyrstu krónu. Harvið fingu nærum allir føroyingar eina stóra pensjónsskattarokning. Serliga tey, ið høvdu lægru pensjónirnar.

Samstundis varð flatskattalætti latin til tey, ið høvdu inntøku á 250.000 kr. og meira. Serliga hægru inntøkurnar fingu ovurstóran lætta. Heilt upp í 7.000 kr. um mánaðan.

Lægru inntøkurnar fingu hinvegin bert pensjónsskattarokning.

Gjølini til Heilsutrygd og ALS eru samstundis hækkað fyri øll, og prísvøkstur hevur verið á um 2,4%. Saman við hækkingini av pensjónsskattinum stendur eftir, at realinntøkan hjá føroyingum við inntøkum undir umleið 300.000 kr. er minkað munandi, meðan hægru inntøkurnar hava fingið munandi hægri realløn.

Ongantíð áður er gjógvin millum láglønt og hálønt víðkað so nógv sum seinasta árið.

Alarmerandi avrik.

Mentanin skerd framum alt annað

Mentanargrunnur Landsins verður skorin við 20% í 2013, hóast stórtsæð allar aðrar játtanir standa í stað. Samstundis verða fleiri mentanarjáttanir skornar – eitt nú Søvn Landsins – og eisini er íløgan í eitt føroyskt Tjóðleikhús steðgað. Eitt greitt politiskt signal um, hvønn týdning samgongan metir hendan partin av samfelagnum hava.

Alarmerandi avrik.

Hægri útbúgvingar og gransking munandi niðurraðfest

Fróðskaparsetur Føroya skal skerja verandi virksemið í 2013, ætlanin at fáa til vega nýtt havrannsóknarskip er slept og játtanin til ES-granskingarsamstarv er beind burtur. Hetta hendir enntá samstundis sum alstórur tørvur er á, at venda fólkaminking til fólkavøkstur, og at fáa enn meira vitan og størri virðisøking í okkara samfelag og vinnu.

Alarmerandi avrik.

Onki verður gjørt fyri at lækka kostnaðarstøðið – tvørturímóti

Vit vita øll at kostnaðarstøðið í Føroyum er ov høgt, men heldur onki verður gjørt fyri at forða fyri, at kostnaðurin fyri fíggjartænastur í Føroyum gerst støðugt hægri.

Hinvegin eru fleiri skattir og krøv um avkast løgd á tey, ið skuldu vera alternativ til privatu bankarnir – Bústaðir (Húsalánsgrunnurin) og Realurin. Samstundis veldur samgongan ikki at seta neyðuga peningin av til Kappingarráðið, ið skal gera neyva kanning av kostnaðarstøðinum hjá bankunum fyri at meta um, um prísstøðið er ov høgt, og í so fall, hvørji krøv skulu setast bankunum.

Sjálvandi átti henda kanningin verið gjørd.

Alarmerandi avrik.

Grundleggjandi tjóðarstovnur avtikin

Hartil verður einasti óhefti tjóðarbúskaparstovnur okkara - Landsbanka Føroya – avtikin. Hetta hóast allir hoyringspartar – undantikið peningastovnarnir – hava mælt frá at avtaka Landsbankan. Hetta enntá eisini hóast ynskti peningurin kann sparast og gjøgnumskygnið fremjast uttan avtøku av Landsbankanum. Talan er heilt greitt um eina politiska verkætlan hjá nøkrum heilt fáum einstaklingum, og eitt greitt tekin um maktmisnýtslu.

Føroyar verða harvið einasta landið í Europa uttan tjóðbanka ella tjóðbankalíknandi stovn. Við hesum verður ongin óheftur føroyskur stovnur, ið fer at ráðgeva og hava makrobúskaparligt eftirlit við serligum atliti til fíggjargeiran. Samstundis verður landsins gjaldføri framyvir umsitið beint undir landsstýrismanninum. Føroyar gerast eitt veikari og ótryggari samfelag.

Alarmerandi avrik.

Privatisering av ogn Føroya fólks ávegis

Alt bendir á, at fiskimálaráðharrin ynskir status quo í fiskivinnuni – og meira enn tað.

Umsitingin í samband við makrelveiðuna í ár var út av lagi, og helst eisini lógarbrot. Nú skulu 12 ára rullandi loyvi væntandi hartil tryggja verandi eigarum veruligan ognarrætt, og privatisering av ogn Føroya fólks gerst tá veruleiki. Ólukkuliga støðan í heimaflotanum vil tá halda áfram, samstundis sum alsamt færri, fara at eiga alsamt meira, og ovurstór virði verða framhaldandi avreidd til útlendskar eigarar og/ella fíggjarar. Ogn Føroya fólks gerst tá ogn Føroya fáu.

Vónin er tó, at meiriluti á Løgtingi ikki fer at loyva hesum ætlanum, men heldur seta eina veruliga nýskipan í verk.

Higartil alarmerandi avrik.

Frá vælferðarsamfelag til minimalstat

Hóast samgongan átti at nýtt tíð og orku til, at skapt álit og tryggleika, so ger hon tað øvugta. Hevur fráboðað at ongar lønarframskrivingar verða og harvið sparingar og færri størv á øllum almennum stovnum í 2013. Hetta ávirkar beinanvegin so at siga allar føroyingar, og okkara privatu nýtslu, ið er søguliga lág (nýta bert um 83% av inntøku til nýtslu). Um vit bert kendu okkum trygg um framtíðarútlitini, og farið varð undir at nýta sama part av inntøkuni til nýtslu, sum vanligt (95%), so vildið hetta sett meira enn 1 mia. kr. meira í umferð í búskapinum og givið landinum munandi øktar inntøkur og givið yvirskot á fíggjarlóg landsins. Men hetta ynskir samgongan ikki. Heldur verður støðan nýtt til at skapa ein støðu við misáliti og ótryggleika, tí hetta gevur rúm fyri at seta ferð móti minimalstatinum.

Sagt verður, at øll skulu “bera byrðar” og “lyfta í felag”. Samgongan gloymir bara at nevna, at hetta ikki er galdandi fyri øll tey, ið hava fingið ovurstórar skattalættar. Samstundis verða stórar skerjingar gjørdar hjá fyritíðarpensjónistum og hjá ávísum bólkum, ið hava tørv á forsorg.

Veruleikin er, at samgongan kundi vent undirskoti til yvirskot við álitisvekjandi politikki umframt nøkrum fáum átøkum og nýskipanum. Hetta verður tó ikki ynskt. Ongin heilsunýskipan, kommununýskipan ella skúlanýskipan er í eygsjón. Samstundis verður høvið brúkt til at minka sum mest um almenna geiran – at fara frá vælferðarsamfelag til minimalstat – ið jú er eitt av endamálunum hjá serliga Fólkaflokkinum.

Tað er ikki uttan orsøk, at yvirskriftin í hesi grein bert hevur orð, ið byrja við A.

Blokkurin hækkast við 200 mió. kr.

Fyri at fullfíggja óskiljandi politisku valini seinasta árið, hevur samgongan samráðst við donsku stjórnina um, at danskir skattgjaldarar skulu rinda 200 mió. kr. eyka til føroyska landsstýrið. Hetta hendir samstundis sum samgongan veitir ovurstórar skattalættar til tey við hægru inntøkunum í Føroyum. Ikki undarligt at danska stjórnin mátti steðga samgonguni og hesum óskijlandi ætlanunum. Bert harmiligt at føroyskir politikarar ikki megnaðu at steðga sær sjálvum. Úrslitið gjørdist tó ein hækking av blokkinum á 8,6 mió. kr. í 2012, og aftur ein hækking á yvir 8 mió. kr. í 2013. Samstundis sum fráboðað er ein niðurlegging av sendistovuni í London og Búskapargrunnur Føroya er tømdur fyri virðir. ** Alarmerandi avrik.

Nú má broyting til !

Greitt er, at fyri hvørja viku sum gongur gerst uppruddingararbeiðið størri og størri. Her má broyting til.

Áttu at skift alarmerandi avrikslistan út við eina nýggja savningarstjórn, ið megnaði at arbeiða fram móti nøkrum stórum og savnandi málum fyri føroyska fólkið. Ein savningarstjórn har allir flokkar vórðu umboðaðir í landsins leiðslu, har skiftandi meirilutar kundu gjørt langtíðar semjur um stórmálini í samfelagnum, hevði verið ein nýggj byrjan fyri politiska landslagið – og um rætt varð borið at og við dugnaligari leiðslu – kundi hetta skapt mennandi og týðandi avrik fyri føroyingar og føroyska samfelagið.

Avgjørt vert eina roynd. Tí tað kann bara gerast betur enn í núverandi støðu, har ein sera lítil minniluti stjórnar landinum til fyrimuns fyri nøkur fá, men til vansa fyri tey flestu.

Kristina Háfoss

Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi