Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Álandsmodellið er lykil Føroya til Europa

Í eini tíð, har ið Europa verður alt meiri sameint politiskt og búskaparliga, er átroðkandi, at Føroyar taka støðu til sín leiklut og støðu í europeiskum samanheingi: skulu Føroyar framvegis - eftir 40 ár uttan fyri europeiska garðin - avnokta Europa? Skal strategiin vera eitt stríð við grannalondini? Ella skulu føroyskir leiðarar hugsa konstruktivt og brúka europeiska lykilin, sum Áland hvønn dag kann njóta gott av?

Orðaskiftið um støðu Føroya í Europa er dovnað.

Tað er hugstoytt.

Tí tess meira vit í Føroyum tiga, bíða og nokta at taka okkara náttúrliga pláss millum onnur lond í Europa, tess truplari kann tað gerast at fáa betri atgongd til marknaðin, har ið meira enn 500 milliónir brúkarar eru avtakarar av føroyskum vørum.

Og tess meiri vit í fiskivinnupolitikkinum stríðast við onnur lond, tess verri verður at fáa normal viðurskifti við tey, sum vit frameftir skulu gera týðandi avtalur við.

Myndaliga talað er klokkan er tíggju minuttir í tólv.

Vit hava seinasta útkall fyri at gera tað rætta fyri Føroyar í europapolitiskum samanheingi.

Henda tíðargrein lýsir, hvussu umráðandi tað er at koma í gongd við tann seriøsa europapolitikkin, har ið Føroyar málrættað fara eftir at sleppa inn um ES-garðin.

Greinin er eisini ein útpurring til politisku skipanina.

Í áravís hevur framfýsin europapolitikkur verið ógjørligur at reka. Hetta er politikkurin, sum m.a. kann:

• vaksa um marknaðin hjá føroyskum fyritøkum

• skapa búskaparvøkstur

• fjøltátta vinnulívið

• tiltrekkja væl útbúgvin fólk til Føroya

• seta ferð á tann altavgerandi fólkavøksturin í landinum

Spurningurin er: skulu Føroyar framvegis - eftir 40 ár uttan fyri europeiska garðin - avnokta Europa? Skal strategiin vera eitt stríð við grannalondini? Ella skulu føroyskir leiðarar hugsa konstruktivt og brúka europeiska lykilin, sum Áland hvønn dag kann njóta gott av?

Meiri europeisk integration

Myndin av Europa í dag er fyrst og fremst merkt av búskaparligu kreppuni.

Støðan í Grikkalandi, Italia og Spania hava leingi sett dagsskránna.

Fíggjarliga og búskaparliga uppruddingin, serliga í Suðureuropa, hevur sett stjórnir undir trýst og kravt gott tol millum skattgjaldarar aðrastaðni í Europa.

Ongin kreppa varar tó í allar ævir.

Einaferð hasar búskaparkreppan av, og so verður aftur gerandisdagur.

Hvat slag av Europa man reisa seg, tá sjógvurin slættast?

Helst verður talan um eitt meginland og ein felagsskap av londum, sum í størri mun enn áður fara at samstarva og samansjóa síni áhugamál og virksemi.

Longu nú hava europeisku londini fyrireikað eina felags framtíð, har ið samstarvið og samanhaldið verður upp aftur sterkari enn áður.

Sum vera man, sæst europeiska integratiónin serliga væl á fíggjarliga og búskaparliga økinum. ES-lond vilja hava skil á aftur eftir skrædlið í bankaheiminum. Tí er ætlan løgd um eitt nógv sterkari og meiri samskipað fíggjarligt og búskaparligt samstarv.

Eisini innan handil er ein sterk dagsskrá. ES leggur dent á multilateralu spælireglurnar fyri handil í WTO-samanheingi, men stórt fokus er á at gera sínamillum avtalur við einstøk lond. Eitt nú er ein sera framkomin avtala fyri stuttum gjørd við Suðurkorea, og hana fara fyritøkurnar í Europa at njóta gott av frameftir.

Endamálið er at skapa stabilitet, øktan handil, búskaparvøkstur, nýggj arbeiðspláss og størri sosialan tryggleika og trivnað fyri europearar.

Við øðrum orðum: Europa dubbar seg til nýggjar og spennandi tíðir eftir búskaparkreppuna.

Smálond vilja økta europeiska integration

Júst ta øktu integratiónina og framtíðarætlanirnar hjá ES hevur okkara grannaland, Ísland, sett sær fyri at fáa lut í.

Longu í ár er sannlíkt, at samráðingarnar um íslendskan ES-limaskap nærkast endanum.

Fer Ísland upp í ES, so fær landið fyrimunir, eitt nú kunnu fyritøkurnar tá selja vørur inn í ES undir munandi betri treytum enn føroyskar fyritøkur. Vansar eru sjálvandi eisini, men í samráðingunum verða teir avmarkaðir sum mest.

Áhugin fyri at gerast partur av europeiska felagsskapinum er stórur. Í bíðirøðini standa eisini Kroatia, Turkaland, Montenegro og Makedonia.

Væntandi er eisini, at smálond í Europa - San Marino, Adorra og Monaco - fara at knýta seg støðugt tættari at europeiska felagsskapinum.

Høgur garður

Myndin er, at ein høgur garður verður reistur millum ES-lond og ikki-ES-lond.

Innan fyri garðin - á tí ovurstóra marknaðinum og tí sterka felagsskapinum - eru fyrimunir, øktur handil og vøkstur.

Uttan fyri garðin gerast avbjóðingarnar støðugt størri við harðnandi kapping, verri treytum og færri europeiskum samstarvsmøguleikum.

Lond, sum vilja ta spennandi framtíðina fyri borgarar og vinnulív, knýta seg upp í øktu europeisku integratiónina.

40 ár uttan fyri garðin

Spurningurin er, hvørju megin europeiska garðin, Føroyar vilja standa?

Svarið er ógreitt, tí í løtuni verður ongin europapolitikkur førdur í Føroyum.

Søgan vísir tó, at Føroyar í júst 40 ár hava staðið uttan fyri garðin, ið nú gerst støðugt hægri.

Í 1973/1974 tóku Føroyar støðu. Landið vildi ikki fylgja restini av ríkinum inn um garðin. 40 ár seinni sæst, at Føroyar mugu umhugsa hesa avgerð av nýggjum. Hon er snøgt sagt ikki í tráð við tíðina og serliga menningina, ið Føroyar á mongum økjum hava brúk fyri. Júst sum Ísland og onnur smálond í okkara heimsparti.

Hyggja vit at teimum 40 árunum, so er høvuðsmyndin, at skiftandi handilsavtalur hava verið við EF/ES, eitt nú eftir at innari marknaðurin varð skipaður. Undantøk hava verið frá fríhandilsprinsippum. Loft, kvotur, avgjøld og avmarkingar hava tarnað føroyskum útflutningi til Europa. Sínamillum fiskaríavtalur hava tó verið vanligar.

Aftur og aftur hava skiftandi landsstýrir, meira ella minni hálvhjartað, sagt seg vilja hava eitt tættari samstarv og samband við ES. Ferð eftir ferð eru álit og frágreiðingar skrivaðar og síðani lagdar í myrkar skuffur.

Ongin veruligur vilji og ongin framdrift.

Heldur ikki, tá ið Løgtingið og landsstýrið pikkaðu á dyrnar hjá EFTA. Tann hurðin varð ikki latin upp. Hetta vóru ikki røttu europeisku dyrnar at royna at lata upp.

Klandur og stríð

Tey 40 árini fevna eisini um stríð. Hvør minnist ikki anti-dumping-málið? Diskussiónina um avgjøld á triðjalandsfisk?** Nú vit skriva 2013 liggja Føroyar og ES í opnum stríði.

Eg leggi meg ikki út í, hvør hevur ábyrgdina. Men tað er ein sannroynd, at makreltrætan - og nú eisini ósemjan um sildaveiðu - bera í sær sera vánalig viðurskifti við lond, sum vit frameftir skulu samstarva væl við.

Er hetta tað optimala fyri okkum sum land?

Eru klandur og stríð gevandi kós fyri okkara samfelag

kenna øll.

Hetta er ikki leiðin at ganga.

Nýggj kós má setast.

Myturnar liva væl

Føroyar fara eftirhondini at standa rættiliga einsamallar uttan fyri europeiska garðin, og tað er ikki ein haldfør støða.

Tey, sum vilja fasthalda Føroyar í altjóða isolatión, siga, at tað ber ikki til at koma inn um garðin.

Summi siga, at ES er eitt trøll, ið fer at dustsúgva okkara grunnar og taka ræðið á fiskivinnupolitikkinum.

Onnur siga, at vit fara at "drukna" í Europa.

Uppaftur onnur halda, sum vant, at onki ber til uttan loysing.

Myturnar hava tó lítið upp á seg.

Ein røð av smálondum hava nevniliga fyri langari tíð síðani skipað seg væl innan fyri garðin.

Hygg at Guernsey, Isle of Man, Jersey og Álandi. Tey liva væl innanfyri. Hetland er nokk undantakið, sum váttar meginregluna.

Hví skuldi tað ikki borið til hjá Føroyum at vunnið somu góðu støðu og rættindi sum hini?

Álendska modellið

Fyri Føroyar eru Álandsoyggjarnar serliga áhugaverdar.

Áland fór upp í ES saman við Finnlandi í 1994, og saman hava tey bæði londini vunnið Álandi føst og varandi undantøk í ES-skipanini.

Serskipanin hjá Álandi ásetur m.a., at landið umsitur niðurseturættin, og at tað eru álendskir myndugleikar, ið avgera reglurnar um, hvør kann keypa og arva fastogn í landinum.

Harumframt ásetur serskipanin – og hetta er serliga fyri Føroyar – at Áland hevur undantak frá reglunum um óbeinleiðis skatt í ES.

Harvið kann Áland varðveita tollfría handilin, t.d. umborð á álendskum ferjum, ið hevur avgerandi týdning fyri búskapin í landinum.

Tankin er, at ein føst og varandi serskipan eisini kann fáast í lag fyri Føroyar, so føroyskir myndugleikar t.d. hava fult og heilt ræði á fiskivinnupolitikkinum og umsitingini av fiskatilfeinginum á føroyskum sjóøki, tí hesi hava avgerandi týdning fyri búskapin í Føroyum.

Helst kunnu serskipanir eisini gerast fyri onnur øki, ið hava serligan týdning fyri Føroyar.

Í grundini hevur Áland lykilin til Europa, sum Føroyar kunnu brúka. Álendski leisturin er fordømið, sum Føroyar kunnu brúka fyri at sleppa inn um garðin til hini londini og fyrimunirnar.

Enn hevur onki føroyskt landsstýrið viljað ella torað at lagt hesa kós.

Kanska tí, at hesin leistur ber til.

Onki fyri onki

Hinvegin fáast varandi serskipanir neyvan fyri onki í ES-samanheingi. Nærliggjandi er, at Føroyar mugu lata nakað afturfyri.

Prísurin fyri eina serskipan fyri Føroyar kann verða, at fiskivinnusamstarvið við ES skal økjast, men at Føroyar hava ræðið. Júst sum við skattareglunum í Álandi.

Eins og Ísland í dag telvar við ES, so skal prísurin fyri eina serskipan fyri Føroyar takast upp í samráðingum við ES.

Munurin er tó, at Føroyar skulu hava munandi betri treytir enn grannarnir fyri norðan, tí at Føroyar eru við í einum ríki, ið longu lutvíst hevur ES-limaskap.

Vit skulu brúka danska ES-limaskapin aktivt.

Kom nú í gongd

Her er bert eitt at gera, um Føroyar skulu fáa lut í fyrimununum og teirri øktu integratiónini, sum onnur smá lond njóta gott av.

Føroyska stjórnin má til arbeiðis og leggja tey 40 árini væl aftur um seg við nýggjari europeiskari kós.

Føroyskir leiðarar skulu hugsa konstruktivt og brúka álendska lykilin og flyta okkum øll inn um garðin.

 Føroyar mugu vera við, har ið tað er spennandi at vera.

Edmund Joensen

fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin